Annað

Byrjaðu væl móti Rumenia

Føroysku kvinnurnar taptu sum væntað 0-3 móti krútsterka rumenska liðnum í sínum fyrsta EM-undankappardysti á heimavølli men vóru eina løtu á veg móti sigri í fyrsta setti.

Føroyska liðið stríddist væl móti Rumenia - serliga í fyrsta setti (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Føroyska liðið stríddist væl móti Rumenia - serliga í fyrsta setti (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2022-08-25 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar gjørdu bart fyrstu løtuna í gjár, tá risafavorittarnir úr Rumenia vóru á vitjan í dysti nummar tvey í EM-undankappingarbólkinum.

- Byrjanin var øgilig – eitt serviess frá Jannu Falkvard – og miðskeiðis í settinum vóru vit í barónasongini, tá vit førdu 13-9. Í rumensku leguni vóru tey ikki álvulig við støðuna og høvdu tikið time-out við støðuna 11-8 til Føroyar. Time-out’ið hjálpti helst, og tær rumensku vaknaðu og fóru at sláa harðari, og ikki minst, beinari, tí Føroyar høvdu vunnið eitt ótal av stigum upp á rumensku servurnar, sum fóru út.
13-9 gjørdist 13-15, og so hvørt sum Rumenia vaks um munin, fánaði føroyski dreymurin um at vinna settið.

Soleiðis skrivar Flogbóltssamband Føroya um fyrsta setti, ið endaði við einum 18-25 tapi.

Tað var sum væntað útiliðið, ið vann 3-0 í settum í høllini á Hálsi í gjárkvøldið, men tað er jaligt fyri kvinnulandsliðið, at tað í fyrsta setti eydnaðist at bjóða gestunum av.

[object Object]
[object Object]

[object Object]
Tað var til tíðir veruliga nakað at fegnast um hjá føroyska liðnum (Myndir: FBF(

Miðalhæddin í álopspartinum á rumenska liðnum er 184 cm. Flestu leikararnir á rumenska liðnum hava sína dagligu gongd í bestu deildini í Rumenia, men einstakar leika í bestu italsku deildini, sum er mett sum hin besta í heiminum, skrivarði FBF undan dystinum.

 Í øðrum og triðja setti legði Rumenia seg skjótt á odda við 10 bóltum:

- Men vit fingu so eitt tveysiffrað stigatal í báðum settum. Og tað er altso ímóti einum liði, sum hevur verið við í fýra av teimum seinastu seks EM-endaspølunum.
Til samanberingar kunnu vit nevna, at leygardagin vann Rumenia 3-0 á Ísrael við settúrslitunum 25-16, 25-13, 25-10. So hvussu spennandi kann tað fara at gerast ímóti Ísrael?

Føroyar spæla á útivølli ímóti Ísrael leygardagin, og heimadysturin ímóti Ísrael verður 4. september. Mett verður, at av teimum trimum mótstøðuliðunum í bólkinum, er Ísrael greitt tað liðið, ið Føroyar hava best møguleika at spæla ein lutfalsliga javnan dyst ímóti. Ísrael spældi tó ein góðan dyst móti Kroatia í gjár: Vann eitt sett og tað var tætt í tveimum øðrum

Úrslitini í bólkinum í gjárkvøldið: 

Føroyar - Rumenia 0-3 (18-25, 10-25, 11-25)

Sí hagtøl frá dystinum her

Ísrael-Kroatia 1-3
(28-26, 20-25, 29-31, 15-25)

[object Object]
Føroyski hópurin (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder