2018-06-21 12:14
Seinastu nógvu mánaðirnir hevur tosað verið um, at týski miðvallarleikarin hjá Liverpool, Emre Can, skiftir til Juventus.
Sáttmálin hjá Emre Can í Liverpool gongur út við endan av mánaðinum, og tí noyðist Juventus ikki at gjalda eitt oyra fyri leikaran.
Í dag váttar Juventus at Emre Can er á veg til læknakanning í felagnum. Á Twittervanganum hjá Juventus sæst, at leikarin er komin til Torino.
Emre Can hevur spælt við Liverpool seinastu fýra árini, har hann spældi 167 dystir fyri Liverpool og skoraði 14 mál.