Fótbóltur

Carabao Cup: Tottenham annað liðið í finaluni

Thomas Frank og Brentford hava sligið fýra Premier League út av kappingini men megnaðu ikki at koppa Mourinho og hansara monnum. Tottenham, ið jagstrar sítt fyrsta steyp síðani 2008, fekk eitt mál í hvørjum hálvleiki.

Jose Mourinho hevur áður vunnið League Cup-finalu ímóti Tottenham. Nú er portugisiski venjarin ein dyst frá at føra Tottenham til fyrsta steypið í 13 ár og til sítt fjórða League Cup-steyp (Mynd: EPA)

Jose Mourinho hevur áður vunnið League Cup-finalu ímóti Tottenham. Nú er portugisiski venjarin ein dyst frá at føra Tottenham til fyrsta steypið í 13 ár og til sítt fjórða League Cup-steyp (Mynd: EPA)

2021-01-06 08:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

3. umfar í FA Cup verður leikt í vikuskiftinum. Har koma Premier League-feløgini inn í kappingina. Í tí "lítlu" enski steypakappingini er komið til hálvfinalurnar, og tann fyrra av teimum varð leikt í gjár.

Tað var Tottenham, sum á heimavølli tók ímóti Brentford. Liðið sum fyrr í ár var sera nær við at koma upp í Premier League - tapti Playoff-finaluna móti Fulham - hevur sligið fýra lið úr Premier League úr kappingini: Fyrst sigraðu menninir hjá Thomas Frank í Southampton, síðani eydnaðist at vinna eftir brotssparkskapping móti West Bromwich, Fulham var fyri 3-0 ósigri í áttandapartsfinaluni, og í fjórðingsfinaluni vann Brentford 1-0 á Newcastle.

Tottenham í so at siga sterkastu uppstilling gjørdist tó ein ov stórur biti. Tíðliga í dystinum var tað Moussa Sissoko, ið sló til, og í tjúgu minuttir fyri leiklok var tað Heung-Min Son, ið økti og so at siga avgjørdi dystin. Tá støðan var 1-0 fekk Brentford eitt mál kolldømt vegna rangstøðu - ímóti endanum fekk útiliðið ein leikara útvístan. 

Tottenham vann Carabao Cup, tá bert nevnt League Cup, í 2008. Árið eftir tapti felagið eftir brotssparkskapping móti Manchester United. Í 2015 var Chelsea-liðið hjá Mourinho ov sterkt. Árið eftir endaði Tottenham nummar trý í Premier League eftir at hava verið í meistaraheitsstríðið við Leicester. Í 2019 kom Tottenham í Champions League-finaluna men tapti 2-0 fyri Liverpool. Harvið er steypaturkurin nú 13 ár - Mourinho og hansara menn fáa møguleikan at enda hann í apríl.

Í kvøld fellur avgerðin um, hvat mótstøðuliðið hjá Tottenham verður í finaluni. Talan verður, eins og í hálvfinaluni í fjør, um eina reina Manchester-upppgerð. United og City hittast fyri aðru ferð uppá ein mánaða á Old Trafford. 

Carabao Cup hálvfinalur
05/01

Tottenham - Brentford 2-0 (1-0)
12' Moussa Sissoko 1-0
70' Heung Min-Son 2-0

06/01
19.45: Manchester United - Manchester United


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder