Fótbóltur

Champions League-bólkaspælið er í gongd

City skuldi veruliga stríðast fyri tí á heimavølli móti Reyðu Stjørnu, og í Rom skoraði ein málverji. Onkur stórdystur er á skránni í kvøld.

Tað var argentinin Julian Alvarez (í miðjuni), ið varð heiðraður av Haaland og hinum sum City-hetja í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Tað var argentinin Julian Alvarez (í miðjuni), ið varð heiðraður av Haaland og hinum sum City-hetja í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2023-09-20 09:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið fór bólkaspælið í Champions League av bakkastokki. Átta dystir vóru á skránni, og 23 mál vórðu skotin.

Eitt av teimum skoraði ein málverji. Ivan Provedal hjá Lazio var komin fram í samband við hornasparkstøðu í 95. minutti. Lazio jagstraði útjavnandi málið móti Atletico Madrid, og Provedal fekk olympiska leikvøllin í Rom at kóka við sínum frálíka stútara. Í hinum dystinum í bólkinum fekk Celtic tvey reyð kort og tapti við tveimum málum.


(Upptøkur frá áskoðaraplássinum á Stadio Olimpico)

Einki mál kom í Milano, har Newcastle spældi Champions League dyst fyri fyrstu ferð í yvir tjúgu ár. Í hinum dystinum í bólkinum gjørdi PSG bart tíðliga í 2. hálvleiki.

Barcelona vann stórsigur á belgisku meistarunum, meðan Manchester City var í størri trupulleikum. Serbiska meistaraliðið legði seg á odda í Manchester, men tvey mál frá Julian Alvarez og eitt frá Rodri - øll trý í 2. hálvleiki - tryggjaðu meistarunum trý stig.

Úrsliti í gjár, 19.09 (Yvirlit): 

Bólkur E: 
Feyenoord - Celtic 2-0
Lazio - Atletico Madrid 1-1

Bólkur F: 
AC Milan - Newcastle United 0-0
PSG - Borussia Dortmund 2-0

Bólkur G:
Young Boys - RB Leipzig 1-3
Manchester City - Reyða Stjørna 3-1

Bólkur H: 
Barcelona F.C. - Royal Antwerp 5-0
Shakhtar Donetsk - FC Porto 1-3

[object Object]Kylian Mbappé skoraði annað málið, tá PSG vísti styrki móti Dortmund (Mynd: EPA) 

Í kvøld skulu hini 16 liðini í bólkaspælinum í eldin. Dystarskráin sæst her.

Arsenal er aftur í Champions League eftir seks og eitt hálvt ár. Størsti dysturin í kvøld verður í München, har kroysta Manchester United-liðið vitjar Harry Kane og liðfelagarnar. Í sama bólki spæla FCK og Galatasaray. Dysturin í Istanbul byrjar longu klokkan 17.45.

Í morgin, hósdagin 21. september, snýr tað seg um 1. umfar í bólkaspølunum Europa League og Conference League.

Liverpool er ein av stóru EL-favorittunum í ár. Í Conference League eru Breiðablik, við Klæminti Andrassyni Olsen, og KÍ millum søguligu luttakararnar. Breiðablik byrjar í Tel Aviv - KÍ í Bratislava móti Slovan. 

Les eisini: KÍ setur nú kósina móti Bratislava

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder