Í kvøld byrjar bólkaspælið í Champios League, og tað eru fleiri stórdystur á skránni longu í fyrsta umfari.
Liverpool, sum vann steypið við stóru oyrunum í juni, má teljast millum favorittarnir at vinna kappingina aftur í ár. Liverpool hevur eisini fingið eina flúgvandi byrjan uppá Premier League við fullum stigatali, og liðið hjá Klopp skal í kvøld royna at føra formin víðari til Champions League. Liverpool vitjar í kvøld á San Paolo leikvøllinum, har Napoli tekur ímóti. Júst Napoli og Liverpool vóru eisini í bólki saman í Champions League í fjør - tá vunnu liðini hvør sín dyst 1-0.
Eins og í fjør hittast Liverpool og Napoli í bólkaspælinum. Í dystinum í Suðuritalia seinasta heyst vann Napoli 1-0 (Mynd: EPA)
Í Týsklandi er ein annar stórdystur á skránni, har Dortmund á Signal Iduna Park tekur ímóti FC Barcelona. Í Barcelona eru teir svangir eftir at vinna Champions League steypið, ið teir ikki hava vunnið síðani 2015, serliga tá hugsað verður um stóra vónbrotið í seinnu hálvfinaluni á Anfield í fjør, har Barcelona eftir at hava vunnið heimadsytin móti Liverpool 3-0, tapt 4-0. Í Barcelona frøast tey um, at Messi er við aftur í dystarhópinum, eftir at hann hevur sitið uttanfyri við skaða teir fyrstu dystirnar í ár.
Á Stamford Brigde er eisini ein áhugaverdur dystur í kvøld, har Chelsea tekur ímóti Valencia. Menninir hjá Frank Lampard eru so smátt við at koma í gongd í Premier League, har teir ikki hava tapt í fýra dystir aftaná stórtapið í fyrsta umfari á Old Trafford. Harafturímóti hava mótstøðumenninir úr Valencia fingið eina keðiliga byrjan í La Liga við bert einum sigri út av fýra møguligum.
Dystirnir í kvøld eru hesir
Kl 17.55:
Inter – Slavia Prag (Bólkur F)
Lyon – Zenit (Bólkur G)
Kl 20.00
Ajax – Lille (Bólkur H)
Benfica – RB Leipzig (Bólkur G)
Chelsea – Valencia (Bólkur H)
Dortmund – FC Barcelona (Bólkur F)
Napoli – Liverpool (Bólkur E)
Salzburg - Genk (Bólkur E)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald