Fótbóltur

Champions League: EBS/Skála tapti stórt

Serliga í fyrra hálvleiki gekk illa, og BIIK Kazygurt hevði heilar 24 málroyndir í dystinum.

EBS/Skála hevði tað sera trupult í fyrsta dystinum í Estlandi - Mynd: Sverri Egholm

EBS/Skála hevði tað sera trupult í fyrsta dystinum í Estlandi - Mynd: Sverri Egholm

2019-08-07 15:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EBS/Skála legði tíðliga seinnapartin út í ársins Champions League-undankapping. Í leguni hjá greipuvinnarunum var greitt, at talan fór at gerast um eina trupla uppgávu, og føroyka liðið fekk eisini oyruni í maskinuna ímóti BIIK Kazygurt.

Meistaraliðið í Kasakstan var á odda 3-0 eftir eitt korter og 5-0 eftir lítlan hálvan tíma. Søkt varð hart eftir málinum hjá EBS/Skála, og hagtølini hjá UEFA siga, at heili 55 skotroyndir vóru í Tallinn - 24 teirra vóru á málið á málið hjá Onnu Súnadóttir Hansen. EBS/Skála varð ikki skrásetti fyri nakra skotrpynd -  mótstøðuliðið hevði eisini 12 hornaspark.

Tað gekk betri í 2. hálvleiki; eftir 6-0 í hálvleikinum endaði tað 9-0. Leygardagin spælir EBS/Skála ímóti PK-35 úr Finnlandi, og her verður talan um uppaftur sterkari mótsstøðu. 

EBS/Skála (4-1-4-1): 
Anna Súnadóttir Hansen, Katrina Svartá Hansen (62' Mirjam Harishi Egilsdóttir), Mirjam Huneck Danielsen, Lea Lisberg, Durita Mikkelsen - Rúna Olsen(84' Sára Magnussen) - Silja Augustinussen (81' Angela Djurhuus), Kára Djurhuus, Ansy Sevdal Jacobsen (L), Randi Fagradal . Bjarta Djuhuus

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder