Fótbóltur

Champions League: Fyrsta norska luttøkan síðani 2007

Nú bragdaði hjá Bodø/Glimt, sum fleiri ferðir seinastu árini hevur verið nær bólkaspæli/deildarspæli. FCK kann eisini spæla seg í fínu samveruna við sigri í kvøld.

Ulrik Saltnes og Bodø/Glimt byrjaðu ferðina móti Champions League-bólkaspæli móti KÍ í 2022. Tað rakk júst ikki á mál hjá teimum gulkløddu úr Nordland, men nú bragdaði hjá miðvallaranum og hinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ulrik Saltnes og Bodø/Glimt byrjaðu ferðina móti Champions League-bólkaspæli móti KÍ í 2022. Tað rakk júst ikki á mál hjá teimum gulkløddu úr Nordland, men nú bragdaði hjá miðvallaranum og hinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-27 06:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bodø/Glimt hevur í stóran mun sitið á norskum fótbólti seinastu árini og eisini fingið nógv flott úrslit í Evropa. Millum annað kom felagið úr Nordland heilt til hálvfinalurnar í Europa League síðsta kappingarár.

Har gjørdist Tottenham ein ov stórur biti, men nú hevur Glimt nátt einum máli, sum hevur verið í felagnum í nøkur ár - og nakað sum teir gulkløddu eisini hava verið ógvuliga nær at nátt.

Bæði í 2022 og í 2024 tapti Bodø/Glimt í seinna play-off dystinum á útivølli á Balkan eftir sigur á heimavølli í fyrra dystinum.

Hesaferð byrjaði Bodø/Glimt í play-off umfarinum, sum er seinasta stigið undan deildarspælinum. Og í ár var sigurin á Strum Graz á Aspmyra (5-0) so mikið stórur, at tað einki bilti, at tað endaði 2-1 tapi í Eysturríki í gjár. Ein tryggur samanlagdur sigur hjá Kjetil Knutsen og hansara monnum og ein søtur sigur.

Tað verður fyrstu ferð síðani 2007, tá Rosenborg var í bólkaspælinum, at eitt norskt felag skal spæla á hesum stigum í Champions League, og tað fegnast tey sjálvandi um í Noreg. Nú eitur tað deildarspæl; hetta gevur eina ávísa støðu, møguligar og sanniliga nakað fíggjarliga til felagið.

Harvið minst eitt norðurlendskt lið í Champions League-deildarspælinum. FCK skal royna at spæla seg aftur í "lovaða fótbóltslandið" við heimasigri á Basel. Fyrri dysturin, sum var í Sveis, endaði 1-1.

Fyrsta bríksl í Parkini verður klokkan 20. Dysturin sæst á TV3 + og á Viaplay.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder