Hondbóltur

Champions League: PSG skal royna at svara aftur í Svendborg

Seinni dysturin milllum PSG og GOG byrjar klokkan 17.45 Óli Mittún og hinir kunnu síggjast á DR2 ella DRTV.

Óli Mittún hevur higartil havt fleiri góð avrik í Champions League - serliga móti júst PSG (Mynd: EPA)

Óli Mittún hevur higartil havt fleiri góð avrik í Champions League - serliga móti júst PSG (Mynd: EPA)

2025-11-12 12:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri trimum vikum síðani skaraði Óli Mittún framúr í París - so mikið nógv at hann varð toppskjútti, dagsins spælari og kosin besti spælari av øllum í Champions League-leikumfarinum.

Sí eisini: Óli Mittún var besti spælarin í Champions League hesa vikuna

Í kvøld hittast PSG og GOG aftur. Hesaferð er tað í Svendborg. Dysturin byrjar klokkan 17.45 - 18.45 lokala - og sæst á DR2 ella DRTV.

Harvið er góður møguleiki hjá føroyingum at síggja Óla Mittún royna at koppa franska stórfelagnum aftur.

Leygardagin hilnaðist ikki serliga væl hjá Óla og liðfeløgunum í Aahus, har Jóhan á Plóigv Hansen var stórspælandi.

GOG er á 5. plássi av teimum átta liðunum í Champions League-bólkinum. Hetta við seks stigum fyri seks dystir. PSG er óvæntað aftanfyri - um tað endar við tapi á Fjóni, so verður danska stórfelagið í uppaftur størri trupulleikum.

Her ber til at hoyra Óla seta orð á uppgávuna á almennu rásini hjá GOG

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder