Óli Mittún hevur eftir sín sætta Champions League-dyst fingið stóran persónligan heiður frá evropeisku hondbóltssamgonguni (EHF).
Hetta var eftir, at GOG og Óli Mittún gjørdu av álvara hol í sjógvin við dystinum í franska høvuðsstaðnum, har PSG tók ímóti, hóskvøldið.
Franska stórfelagið og stórfavorittarnir vórðu settir uppá pláss, og hóast munurin ikki var meira enn tvey mál, tá samanumkom, so var GOG greitt á odda meginpartin av dystinum.
Sí eisini: Óli og GOG glógvaðu í París: - Hann er ein gullfuglur
Gestirnir vístu stórspæl við unga liðnum og 20-ára gamla føroyska spælskiparanum á odda. Níggju mál - nøkur ógvuliga flott - nógv upplegg og nógv góðska frá nummar 78 hjá GOG.
Ungi føroyingurin hevur av álvara fingið fótin fyri seg í heimsins størstu kapping fyri lið. Avrikið í Zagreb í síðst viku varð fylgt upp av einum uppaftur flottari í París (Mynd: EPA)
Óli Mittun endaði eisini á vikuliðnum, sum EHF setti fyri dystirnar í vikuni. Ikki "bara" sum besti spælskpari menn sum besti/mest vrðismikli spælari (MVP) í umfarinum.
Teir bestu átta í Champions League hesa vikuna (6. umfar)
Málverjin hjá Hákun West av Teigum hevði 16 bjargingar í útisigri, eitt annað risatalant frá 2005-árganginum - Kiko Costa - er eisini við, og liðfelagin hjá Óla, Frederik Bjerre, var besti vinstri vongur sambært EHF.
Les eisini: Tveir føroyskir toppskjúttar sama Champions League-kvøld
Tað er steðgur í Champions League í nakrar vikur. Landsliðssteðgur er í næstu viku - Óli Mittún og GOG spæla í morgin klokkan 19 móti Bjerringbro-Slkeborg. Dysturin sæst á TV2 Sport/TV2 Play.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald