Fyri fótbóltsáhugaði er løtan endliga her: Knock-out dystirnir í Champions League fara í gongd í kvøld, og talan er um sera áhugaverdir og spennandi dystir á pappírinum.
Liverpool manglar nú ikki nógv stig til at gerast enskur meistari. Eitt steyp er longu komið í hús, HM fyri lið, og nú skal liðið hjá Klopp stríðast fyri at endurvinna Champions League. Liðið er krútsterkt og hevur alt kappingarárið funnið mátar at vinna dystir uppá. Liðið hjá Diego Simeone tykist ikki hava somu styrki sum summi av undanfarnu árini, men tað er helst eingin ivi um, at Atletico kann gera tað sera trupult fyri meistararnar - serliga í kvøld á Wanda Matropolitano.
Mbappé var framúr, seinast hann spældi í Dortmund. Hansara mál sendu Monaco víðari (Mynd: EPA)
PSG hevur sitið á fronskum fótbólti seinastu árini, men hevur ikki verið nær við at lyft Champions League-steypið hóast eina rúgvu av innspræningum í hópinum. Tann størsta av teimum, Neymar, kann nýtast í kvøld, hóast ivamál hevur verið um brasilianska leikaran. Kylian Mbappé, ið gjørdi av við Dortmund fyri Monaco í 2017, er avgjørt eisini vandamikil. Hóast millum annað Marco Reus er úti fyri Dortmund, so hevur heimaliðið nógvar sera vandamiklar leikarar: Erling Braut Håland hevur átta mál í Champions League í kappingarárinum (fyri Salzburg) og 19-ára gamli onglendingurin Jadon Sancho er ein stórur profilur fyri týska liðið, ið hevur skorað 24 mál í seks dystum.
Champions League 1/8-finalurnar
18/2 - 20.00:
Atletico Madrid - Liverpool (TV3 +/Viaplay)
Borussia Dortmund - Paris Saint Germain (TV Sport/Viaplay)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald