Fótbóltur

Champions League: Trý norðurlendsk lið kiksaðu

Bodø/Glimt, FC Midtjylland og Malmö FF taptu øll í play-off umfarinum, og spæla ligaspæl í Europa League ístaðin.

Bodø/Glimt stríddist, men tað rakk ikki til at koma víðari í Champions League móti Reyðu Stjørnu (Mynd: EPA)

Bodø/Glimt stríddist, men tað rakk ikki til at koma víðari í Champions League móti Reyðu Stjørnu (Mynd: EPA)

2024-08-29 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Møguleiki var fyri, at trý norðurlond kundu vera umboðað í ligaspælinum í Champions League, tá play-off rundan varð spæld í gjárkvøldið.

Men tað eydnaðist ongun av liðunum at koma við.

Svensku meistararnir Malmö FF, norsku meistararnir Bodø/Glimt og donsku meistararnir FC Midtjylland høvdu allir spælt seg fram til play-off umfarið. Serliga Bodø/Glimt og eisini FCM høvdu heilt góðar møguleikar eftir ávikavist sigur og javnleik í fyrra dystinum.

Fyri viku síðani vann Bodø/Glimt 2-1 á søguríka serbiska felagnum, Crvena zvezda, eisini kalað Reyða Stjørna. Tað var heima á Aspmyra leikvøllinum í Bodø, har KÍ eisini spældi fyri tveimum árum síðani.

Men í Beograd í gjárkvøldið gekk ikki longur. Framman fyri yvir 46.000 áskoðarum, vann Reyða stjørna 2-0 og kom sostatt víðari í Champions League við 3-2 samanlagt.

Donsku meistararnir FC Midtjylland spældu javnleik 1-1 fyri viku síðani á heimavølli í Herning móti Slovan Bratislava, sum KÍ spældi móti í bólkaspælinum í Conference League í fjør.

[object Object]
Spælarar úr FC Midtjylland fegnast um eitt mál. Donsku meistararnir vóru frammanfyri eitt skifti, men taptu at enda 3-2 móti Slovan Bratislava (Mynd: EPA)

Í Bratislava stóð eisini á jøvnum 1-1 í hálvleikinum, og tíðliga í seinna hálvleiki løgdu donsku meistararnir seg framum 2-1. Men móti endanum av dystinum fingu slovakar tvey mál afturat, og vunnu dystin 3-1 og samanlagt 4-3.

Møguleikarnir hjá svensku meistarunum, Malmö FF, vóru ikki eins stórir, eftir at teir taptu fyrra dystin á heimavølli móti Sparta Prag 2-0. Úrslitið gjørdist tað sama í gjárkvøldið, so kekkisku meistararnir komu víðari við 4-0 tilsamans.

Bodø/Glimt, FCM og Malmö FF skulu nú spæla ligaspæl í Europa League, har tað eisini kemur eitt norðurlendskt lið afturat við.

Molde úr Noregi og Elfsborg úr Svøríki spæla móti hvørjum øðrum í play-off dystunum her. Molde vann fyrra dystin 1-0, avgerðin fellur í Borås í Svøríki í kvøld.

Hesi spæla CL-ligaspæl

Liðini, sum í gjárkvøldið spældu seg til ligaspæl í Champions League eru:
Young Boys (Sveits)
Dinamo Zagreb (Kroatia)
Slovan Bratislava (Slovakia)
Reyða Stjørna (Serbia)
Sparta Prag (Kekkia)
Lille (Frakland)
Red Bull Salzburg (Eysturríki).

Liðini, ið eru komin beinleiðis við í ligaspælið eru:
Real Madrid, Barcelona, Atlético Madrid, Girona (Spania)
Manchester City, Liverpool, Arsenal, Aston Villa (Ongland)
Bayern München, Borussia Dortmund, RB Leipzig, Bayer Leverkusen, VfB Stuttgart (Týskland)
Paris SG, Monaco, Brest (Frakland)
Inter, Atalanta, Juventus, Milan, Bologna (Italia)
Benfica, Sporting CP (Portugal)
Club Brügge (Belgia)
Shakhtar Donetsk (Ukraina)
Feyrenoord, PSV Eindhoven (Niðurlond)
Celtic (Skotland)
Sturm Graz (Eysturríki) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder