Fótbóltur

Chelsea eltir Liverpool og City

Mennirnir hjá Frank Lampard vunnu á útivølli ímóti Watford.

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-11-02 19:42 Author image
Niels Pauli Danielsen

Átta dystir hava verið í Premier League í  dag.

Liverpool og Manchester City gjørdu flott “comeback” meðan United snávaði enn einaferð.

Í síðsta Premier League dysti í dag, tók niðasta liðið í deildini, Watford ímóti Chelsea.

Chelsea vann dystin 1-2, eftir at teir vóru á odda 0-1 í hálvleikinum. Málini hjá Chelsea skoraðu Tammy Abraham og Christian Pulisic, meðan Gerard Deulofeu skoraði fyri Watford.

Premier League 11. Umfar

Bournmouth – Manchester United 1-0

Arsenal – Wolves 1-1

Aston Villa – Liverpool 1-2

Brighton – Norwich 2-0

Manchester City – Southampton 2-1

Sheffield United – Burnley 3-0

West Ham – Newcastle 2-3

Watford – Chelsea 1-2

 

 

placeholder
placeholder