Fótbóltur

Chelsea í samráðingum við Lampard

Fyrrverandi miðvallarin hjá Chelsea gerst nú møguliga venjari.

2019-06-25 14:21 Author image
Ari av Rana
placeholder

Frank Lampard er í samráðingum við Chelsea um at taka yvir venjarastarvið í felagnum. Chelsea leitar eftir nýggjum venjara eftir at Mauricio Sarri fyri kortum skifti til Jvuentus.

Frank Lampard hevur seinasta árið staðið á odda fyri Championship felagnum Derby, sum hann leiddi heilt til Play-off finaluna. Tað var tí um reppið at Derby skuldi spæla í Premier League komandi kappingarár.

Derby váttar at Lampard er í samráðingum við Chelsea. Enskir miðlar skriva at Chelsea fer at rinda Derby 4 milliónir pund fyri venjaran.

Frank Lampard spældi við Chelsea frá 2001 til 2014. Hann spældi 648 dystir og vann 11 steyp, millum annað Champions League í 2012 og Premier League í 2005, 2006 og 2010.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder