Javnleikurin í North London Derby í gjár opnaði veruliga upp fyri United og Chelsea í topp-fýra stríðnum. Eftir nógv baks við Southampton tók United tó av við seinum avgerandi málið frá Lukaku. Í dag var tað Chelsea, ið átti tørn, og liðið hjá Sarri hevði eisini sínar trupulleikar við einum av liðunum í botninum.
Chelsea vitjaði lítla Craven Cottage við Thames-ánna. Tað er ein stuttur teinur; bert tveir kilometrar skilja leikvallirnar hjá høvuðstaðarfeløgunum í vestara parti av London. Hjá útiliðnum var Kepa Arrizabalaga aftur í málinum.
(Nógv fokus var á Kepa í dag - Mynd: EPA)
Chelsea setti seg á dystin beinanvegin við skjótum og góðum fótbólti. Tað gav úrslit eftir 20 minuttir, tá Gonzalo Higuain setti seinasta fótin á eitt vælleikt álop. Fulham smæddist ikki burtur, og stutt eftir hetta javnaði verjuleikarin Callum Chambers í samband við eitt hornaspark. Men verjuparturin er stóri veikleikin hjá uppflytarunum, og eftir hálvan tíma var Chelsea á odda. Tað var nógv kritiseraði miðvallarin Jorginho, ið avsluttaði sera væl.
Hetta var fyrsti dysturin hjá Scott Parker við róðrið í Fulham. 39-ára gamli venjarin, sum hevur eina fortíð sum leikari í báðum feløgum, kann vera stoltur av sínum monnum, ti teir stríddust ógvuliga væl og hótti Chelsea ígjøgnum 2. hálvleik. Kepa byrjaði dystin ósikkurt, men nógv umtalaði baskiski málverjin hevði fleiri góðar og umráðandi bjargingar eftir steðgin. Fulham hevði bóltin í Chelsea-málinum í 95. minutti, men eyðsýnda stórtalentið, Ryan Sessegnon, var rangstaddur. Chelsea slapp við skrekkinum, og nú eru bert fimm stig, ið skilja nummar trý og nummar seks. Fulham er framvegis í stórum trupulleikum.
(Mynd: EPA)
Í fyrsta dystinum í dag fekk Brendan Rodgers sína debut sum Leicester-venjari. Hann royndi seg við einari verjuketu við fimm leikarum. Watford kom beinanvegin á odda, tá Troy Deeney snittaði eitt hart og gott frísparksinnlegg frá Deulofeu í málið. Leicester hevði trupulleikar við at skapa dystin, hóast liðið hevði bóltin væl meira. Men eitt korter fyri tíð skoraði Jaimie Vardy eitt av sínum typisku málum: Bólt í dybdina og køld avslutning.
Tað líktist einari stigdeiling, men í yvirtíðini sløsaði Leicester bóltin vekk í uppspælinum. Watford gjørdi skjótt av, og Andy Gray takkaði fyri. Súrt hjá Rodgers og co.
Watford - Leicester 2-1 (1-0)
Fulham - Chelsea 1-2 (1-2)
Støðan:
1 |
Manchester City |
|
71 stig |
2 |
Liverpool * |
|
69 stig |
3 |
Tottenham Hotspur |
|
61 stig |
4 |
Manchester United |
|
58 stig |
5 |
Arsenal |
|
57 stig |
6 |
Chelsea * |
|
56 stig |
7 |
Wolverhampton |
|
43 stig |
8 |
Watford |
|
43 stig |
9 |
West Ham |
|
39 stig |
10 |
Everton * |
|
36 stig |
11 |
Leicester |
|
35 stig |
12 |
AFC Bournemouth |
|
34 stig |
13 |
Crystal Palace |
|
33 stig |
14 |
Newcastle |
|
31 stig |
15 |
Brighton & Hove Albion * |
|
30 stig |
16 |
Burnley |
|
30 stig |
17 |
Southampton |
|
27 stig |
18 |
Cardiff |
|
25 stig |
19 |
Fulham |
|
17 stig |
20 |
Huddersfield Town |
|
14 stig |
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald