Seinna hálvfinalan í Carabao Cup millum Chelsea og Tottenham var í kvøld á skránni á Stamford Bridge. Fyrri dysturin endaði 1-0 á Wembley. Tá skoraði Harry Kane, men í kvøld var Tottenham uttan hann, Alli, Son og aðrar.
Chelsea var omaná frá byrjan, og N’Golo Kanté og Eden Hazard komu á máltalvuna áðrenn hálvleik. Men Tottenham skoraði fimm minuttir eftir steðgin, tá Fernando Llorente beindi bóltin í málið eftir innlegg frá innskifta Danny Rose. Harvið fekk útiliðið javnvág í roknskapin. Chelsea søkti meira at málinum hjá Tottenham, og hevði nógv fleiri royndir, men tað endaði 2-1 eftir 90 minuttir. Útivallarmál telja ikki í Carabao Cup, og tí skuldi dysturin avgerast við brotssparkskapping.
Heimaliðið skoraði fýra útav fýra; Willian, Azpilicueta, Luiz og serliga Jorginho vóru sera tryggir úr ellivu metrum. Brotssparkshetjan hjá Onglandi frá HM, Eric Dier skeyt uppum fyri Tottenham, og Kepa bjargaði væl frá Lucas Moura. Harvið skal Chelsea royna at koppa Manchester City av trónini 24.februar á Wembley. City vann í fjør á Arsenal í finaluni, og vann 10-0 samanlagt á í hálvfinalununum hesaferð.
Chelsea - Tottenham 3-2 (2-2 eftir 2x90 minuttir)
Fótbóltur
Chelsea skal dystast við City í finaluni
Eftir brotssparkskapping koppaði Chelsea skerda Tottenham-liðnum í Carabao Cup-hálvfinaluni.
David Luiz skoraði uppá avgerandi skotið, og hann, Kepa og hinir á Chelsea-liðnum kundu fegnast (Mynd: EPA)
2019-01-24 22:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald