Fótbóltur

Chelsea sleppur at keypa leikarar í januar

Keypsbannið fer úr gildið á nýggjárinum, eftir at dómurin frá FIFA verður skorðin í helvt eftir kæruna frá Chelsea.

Frank Lampard kann nú fegnast um, at Chelsea aftur kann keypa leikarar (Savnsmynd)

Frank Lampard kann nú fegnast um, at Chelsea aftur kann keypa leikarar (Savnsmynd)

2019-12-06 18:52 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Í Februar fekk Chelsea stóra bót og keypsbann í tveir flytingargluggar, eftir at felagið hevði brotið reglurnar um keyp av leikarum undir átjan ár.

Chelsea kærdi dómin, sum nú hevur verið til viðgerðar í altjóða ítróttardómstólinum CAS.

Úrskurðurin hjá CAS er at dómurin veðrur skorin niður í helvt, og tískil er revsingin nú av, eftir at Chelsea ikki slapp at keypa leikarar í flytingarglugganum i summar.

Tískil stendur greitt, at Chelsea aftur kann keypa leikarar, tá flytingargluggin letur upp aftur í januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder