Premier League er byrja aftur eftir landsliðssteðgin. Fyrsti dystur av fýra í dag varð leiktur á St. James’ Park, har Newcastle tók ímóti Chelsea.
Chelsea setti seg á dystin frá byrjan av, og løgdu seg á odda longu í tíggjunda minutti, tá Federico Fernandez var óheppin beindi bóltin í egið mál.
Chelsea hevði fleiri góðar møguleikar í fyrra hálvleiki, men tað kom bert tað eina mál fyri steðgin.
Newcastle kom betri við í seinna hálvleiki, men beint sum heimaliðið hevði sína besta løtu í dystinum, løgdu gestirnir seg á odda 2-0 við flottum mótálopi, har Timo Werner stóð fyri upplegginum til málið, sum Tammy Abraham skoraði.
0-2 gjørdist endaliga úrsliti, og við sigrinum hevur Chelsea lagt seg á odda í Premier League. Tað er tó sera tætt í oddinum, har Leicester, Tottenham, Liverpool og Southampton kunnu fara framvið Chelsea, um tey vinna sínar dystir hetta umfarið.
Á Vila Park tók Aston Villa ímóti Brighton. Her var tað gestirnir úr Brighton, sum óvænta vunnu dystin 2-1. Málini hjá Brighton skutu Danny Welbeck og Solly March, meðan Ezri Konza skeyt málið fyri Aston Villa
Seinni í kvøld eru tveir dystir á skránni. Á Tottenham Hotspur Stadium er stórdystur á skránni, har Tottenham tekur ímóti Manchester City.
Seinasti dysturin í dag er á Old Trafford, har Manchester United tekur ímóti West Bromwich.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald