Triðja umfar av FA Cup er um vikuskifti. Í gjár vóru tjúgu dystir á skránni, meðan 11 dystir eru á skránni í dag.
Teir fyrstu níggju dystirnir byrjaðu klokkan 14.
Chelsea spæli seg trygt víðari, tá teir tóku ímóti Nottingham Forest úr næstbestu deildini. Chelsea vann dystin 2-0 við málum frá Callum Hudson-Odoi og Ross Barkley.
Tottenham var á vitjan hjá Middlesbrough úr næstbestu deildini. Her var tað heimaliðið, sum óvæntað legði seg á odda við málið frá Ashley Fletcher, men ellivu minuttir seinni javnaði Lucas Moura, tá hann stútaði bóltin í netið, eftir innlegg frá Serge Aurier. 1-1 gjørdist endaliga úrslitið, tí skulu liðini leika ein nýggjan dyst á Tottenham Hotspur Stadium seinni í januar.
Wayne Rooney fekk hósdagin debut fyri Derby, sum spælir í næstbestu deildini. 34 ára gamli Wayne Rooney var aftur á vøllinum í dag, tá Derby vitjaði Crystal Palace úr Premier League. Tað vóru gestirnir, ið vunnu dystin 0-1 við málið frá Chris Martin.
Nú klokkan 16 byrjaði grannauppgerðin ímillum Liverpool og Everton, meðan West Ham tekur ímóti Gillingham klokkan 18.16
FA Cup 3. umfar
 Leygardagur 4. januar
 
 12:31:
 Bristol City - Shrewsbury Town 1-1 *
 Millwall - Newport County 3-0
 Rochdale - Newcastle United 1-1 *
 Rotherham United - Hull City 2-3
 Birmingham City - Blackburn Rovers 2-1
 Burnley - Peterborough United 4-2
 
 15:01
 Brighton & Hove Albion - Sheffield Wednesday 0-1
 Cardiff City - Carlisle United 2-2 *
 Fulham - Aston Villa 2-1
 Oxford United - Hartlepool United 4-1
 Southampton - Huddersfield Town 2-0
 Brentford - Stoke City 1-0
 Preston North End - Norwich City 2-4
 Reading - Blackpool 2-2 *
 Watford - Tranmere Rovers 3-3 *
 
 17:31
 AFC Bournemouth - Luton Town 4-0
 Leicester City - Wigan Athletic 2-0
 Wolverhampton Wanderers - Manchester United 0-0 *
 Fleetwood Town - Portsmouth 1-2
 Manchester City - Port Vale 4-1
 
 Sunnudagur 5. janurar: 
 
 15.01:
 Bristol Rovers – Coventry 2-2 *
 Burton – Northampton 2-4
 Charlton - West Bromwich 0-1
 Chelsea - Nottingham Forrest 2-0
 Crewe – Barnsley 1-3
 Crystal Palace – Derby 0-1
 Middlesbrough – Tottenham 1-1 *
 Queens Park Rangers – Swansea 5-1
 Sheffield United - AFC Fylde 2-1
 
 16.01: 
 Liverpool - Everton
 
 18.16: 
 Gillingham - West Ham
Liðið er víðari
 *Skulu spæla umdyst seinni í januar
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald