Danski landsliðsleikarin Christian Eriksen er nú vorðin útskivaður av Ríksisjúkrahúsinum, har hann hevði verið innlagdur í nærum eina viku. Tað boðaði danska fótbóltssambandið, DBU frá í gjár sambært donskum miðlum.
Tað var leygardagin í farnu viku, at hann small um á vøllinum í dystinum millum Danmark og Finnland og mátti fáa lívbjargandi fyrstuhjálp.
Christian Eriksen er nú vorðin skurðviðgjørdur, og hevur hann fingið eina ICD-eind setta til hjartað. Talan er um eitt lítið tól – ein kvikil ella pacemakara –sum verður sett í bringuna, sum ansar eftir hjartarútmuni, og sum gevur hjartanum ein stoyt, um tað steðgar.
Christian Eriksen sendi eisini eina stutta heilsan umvegis DBU:
– Takk fyri nógvu heilsanirnar – tað hevur verið fantastiskt at merkja. Skurðviðgerðin gekk væl, og eg havi tað eftir umstøðunum gott.
Christian Eriksen var eisini ein túr framvið hjá danska manslandsliðnum í Helsingør í gjár. Síðani gekk leiðin heim, og fer komandi tíðin at verða brúkt saman við familjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald