Teir í ljósabláum høvdu ikki nakran langan túr til dyst í kvøld, tá City vitjaðu teir reyðkløddu úr býnum. Fyrra hálvfinalan millum grannarnir í Carabao Cup avgjørdi ikki nakað, men var eitt stór fet á veg ímóti finaluni hjá vinnarunum seinastu tvey árini.
Tað var heimaliðið, ið byrjaði nakað betri. Menninir hjá Solskjær vóru ágangandi frá fyrsta bríksli, men tað var Bernardo Silva ið sló til fyri gestirnar eftir eitt korter. Talan var um góð trekk inn í vøllin og eitt frálikt langskot upp í longra málhorn. Eftir hetta sat útiliðið á restina av hálvleikinum. United var fleiri ferðir um ein háls, og í 33. minutti revsaði Riyad Mahrez eirindaleyst eitt mistak, og nakrar minuttir seinni var sjálvmál eftir enn eina City-umstilling.
Mahrez setir De Gea av og rullar bóltin í málið til 2-0 (Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Í seinna hálvleiki var tað eitt sindur av tómgongd. United royndi at koma inn í dystin aftur, og tað eydnaðist at minka um munin, tá tjúgu minuttir vóru eftir. Heimaliðið vann bóltin á miðjum vøll, Greenwood fann liðformannin í kvøld, Rashford, ið setti bóltin væl í málið til 1-3.
Harvið livir vónin eitt sindur hjá Manchester United, men liðið hjá Guardiola hevur sett seg í eina sera góða støðu undan seinna dystinum, ið verður á Etihad leikvøllinum 29. januar. Útivallarmál hava onga ávirkan, uttan so at farið verður í longda leiktíð í seinna dystinum.
(Mynd: EPA)
Í morgin spæla Leicester og Aston Villa og Leicester. Tað er hin hálvfinaluuppgerðin.
Carabao Cup
Old Trafford, 07.01
Manchester United - Manchester City 1-3 (0-3)
0-1 Bernardo Silva
0-2 Riyad Mahrez
0-3 Sjálvmál
1-3 Marcus Rashford
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald