Fótbóltur

City er aftur oddalið

Tað var ikki so pent, men City tók trý stig og oddasessin við heim úr Liverpool.

City-leikararnir fegnast um 1-0 málið
(Mynd: EPA)

City-leikararnir fegnast um 1-0 málið (Mynd: EPA)

2019-02-06 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Everton tók ímóti meistarunum í kvøld í framskundaðum dysti. Manchester City skal spæla Carabao Cup-finalu um tvær og eina hálva viku, og so varð hetta nýggja dato'i sett á. City kundi við trimum stigum leggja seg á odda aftur í Premier League.  

Manchester City hevði bóltin væl meira og hevði fleiri skotroyndir, men hevði trupult við at leggja eitt verulig trýst á Everton. Størsti møguleikin í 1. hálvleiki kom, tá tjúgu minuttir vóru leiktir, tá Gundogan stútaði á yvirleggjaran. Tá sá út til at gerast ein málleysur fyrri hálvleikur, men í yvirtíðini fekk útiliðið eitt fríspark í vinstru. Tað sendi David Silva væl innfyri, og Aymeric Laporte stútaði bóltin sera væl inn til 1-0.

Everton stríddist væl, men fekk ikki heilt hótt City. Heldur óvæntað hevði Marco Silva valt at byrjað við Richarlison og Gylfa Sigurðsson á bonkinum. Hesir vóru settir inn í einari roynd at fáa javnað út, men útiliðið fekk ikki heilt hótt málið hjá Ederson. Liðið hjá Guardiola spældi ikki sín besta dyst, og fekk ikki lukkað dystin - ikki fyrrenn djúpt inni í yvirtíðini tá innskifti Gabriel Jesus sló til. 

Manchester City og Liverpool eru nú jøvn í stigum heilt frammi í oddinum. City hevur betri málúrtøku, men Liverpool kann stinga nøsina framum aftur, um liðið hjá Klopp, ið hevur javnað tveir dystir á rað, fær stig á heimvølli ímóti Bournemouth leygardagin. Totteham er sanniliga eisini við enn, og tað er eitt ógvuliga spennandi oddastríð.

Everton - Manchester City 0-2 (0-1) 
0-1 Aymeric Laporte
0-2 Gabriel Jesus

 

1

Manchester City *

 

62 stig

2

Liverpool 

 

62 stig

3

Tottenham Hotspur 

 

57 stig

4

Chelsea

 

50 stig

5

Manchester United

 

48 stig

6

Arsenal 

 

47 stig

7

Wolverhampton Wanderers

 

38 stig

8

Watford

 

34 stig

9

Everton *

 

33 stig

10

AFC Bournemouth 

 

33 stig

11


Leicester City

 

32 stig

12

West Ham United 

 

32 stig

13

Brighton & Hove Albion

 

27 stig

14

Crystal Palace

 

27 stig

15

Newcastle

 

24 stig

16

Southampton

 

24 stig

17

Burnley

 

24 stig

18

Cardiff City

 

22 stig

19

Fulham

 

17 stig

20

Huddersfield Town

 

11 stig

* Leikt ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder