Manchester City styrkir nú álop sítt, og hevur gjørt sáttmála við Omar Marmoush, sum í løtuni spælir fyri Eintracht Frankfurt í týsku bundesliguni.
25 ára gamli Marmouch er í gongd við eitt frálíkt kappingarár í Frankfurt, har hannhevur skotið 15 mál í liguni. Tað er bert Harry Kane í Bayern München, sum hevur skotið fleiri mál.
Til samans hevur hann skorað 20 mál í 26 dystum higartil. Nú verður arbjóðing hansara at kappast um plássið í álopinum hjá City við norska Erling Haaland.
Manchester City hevur havt tað trupult í ár. Felagið liggur á fimta plássi í Premier League. Í gjárkvøldið tapti City 4-2 móti Paris Stint-Germain í Champions League eftir at hava verið framman fyri 2-0. Liðið stendur til ikki at koma víðari, og tað er tí eitt krav at vinna móti belgiska Club Brügge í seinasta innleiðandi umfari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald