Fótbóltur

City og Liverpool í sama stíli

Sterling skoraði hattrick í seinna hálvleiki ímóti West Ham, har VAR kom í spæl. Liverpool vann trygt á uppflytarunum Norwich í gjárkvøldið.

Raheem Sterling skorar í 5-0 sigrinum hjá Manchester City á West Ham (Mynd: EPA)

Raheem Sterling skorar í 5-0 sigrinum hjá Manchester City á West Ham (Mynd: EPA)

2019-08-10 14:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Premier League er í gongd, og tað heldur fram í sama lagi: Tvídysturin ímillum Liverpool og Manchester City er longu farin í gongd; tvey tey greitt sterkastu liðini í fjør vunnu bæði trygt í tveimum teimum fyrstu dystunum.

Liverpool avgjørdi alt í 1. hálvleiki í gjárkvøldið. Øll fýra málini hjá heimaliðnum komu fyri steðgin, og tey stóðu ein Norwich-leikari, tvífaldi Premier League-toppskjúttin, ársins leikari í kappingni fjør og ein av størstu Champios League-hetjunum hjá Liverpool í fjør. Eftir steðgin tók Liverpool fótin av speedaranum, og toppskjúttin í næstbestu deildini í fjør, finnin Teemu Pukki, upplivdi at skora á Anfield. Hjá Liverpool var tað ein smeitur, at Allison noyddist út við skaða, og tað er óvist, hvussu álvarsamt tað er hjá málverjanum.

[object Object]
(Eitt gott kvøld hjá Liverpool á Anfield í gjár - Mynd:EPA)

City gjørdi tað eitt sindur betri. Meistararnir vóru annars nakað trilvandi fyrru hálvu av fyrra hálvleiki, har West Ham sá gott út, men eitt sjálvmál setti útiliðið í gongd, ið síðani sat á øllum i London. Í 2. hálvleiki var serliga Raheem Sterling í hopla; hann gjørdi hattrick, og Riyad Mahrez gjørdi hattrik í uppleggum.

Sterling kundi havt fingið eitt upplegg, men VAR vísti, at økslin hjá onglendingum var beint innanfyri linjuna, tá bólturin varð spældur innum verjuna, áðrenn hann legði uppá tvørs til Gabriel Jesus. Sergio Aguero kom inn fyri brasliumannin, og argentinin skoraði. Tað skuldi tó tvær royndir til úr 11 metrum (brotssparkið var eisini dømt við váttan úr VAR-rúminum): Í fyrsta syfti bjargaði Lukasz Fabianski, men hann varð av VAR dømdur at vera farin av linjuni áðrenn. Harvið varð videodøming av álvara sett í gongd í Premier League.

Liverpool, og serliga City, sera sannførandi og síggja út til at aftur fara hart eftir meistaraheitinum.  

Premier League 1. umfar

9/8:
Liverpool - Norwich 4-1 (4-0)
Sjálvmál 1-0
Mohammed Salah 2-0 
Virgil Van Dijk 3-0
Divock Origi 4-0
Teemu Pukki 4-1

10/9:
West Ham - Manchester City 0-5 (0-1)
Sjálvmál 0-1
Raheem Sterling 0-2
Raheem Sterling 0-3
Sergio Aguero (br.) 0-4
Raheem Sterling 0-5

Nú klokkan 15.00 byrja fýra dystir:
Bournemouth - Sheffiel United
Burnley -Southampton 
Crystal Palace - Everton
Watford - Brighton

(17.30): Tottenham - Aston Villa

Dagført: 14.51

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder