Fótbóltur

City reisti seg aftur

Eisini í hesum dystinum var dómarin og VAR í fokus.

Kevin De bryune var við máli og uppleggi enn einaferð avgerandi fyri Manchester City (Mynd: EPA)

Kevin De bryune var við máli og uppleggi enn einaferð avgerandi fyri Manchester City (Mynd: EPA)

2019-12-29 20:18 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tríggir dystir eru Leiktir í Preamier league í dag. Fyrr í dag vann Chelsea á Arsenal, meðan Liverpool vann á Wolves.

Triði og seinasti Premier League dystur í dag var á Etihad, har Manchester City tók ímóti Sheffield United.

Uppflytararnir góðu meistaranum góða mótstøðu, og skapti nakrar fínar málmøguleikar. Størsta møguleikan hjá City hevði Riyad Mahrez, men ein verjuleikari vardi fyri.

Tá ein hálvur tími var leiktur skeyt Sheffield United leikarin Lys Mousset bóltin í netið, men VAR kolldømdi málið fyri rangstøðu.

Fyrri hálvleikur endaði uttan mál, hóast bæði liðini skaptu fínar málmøguleikar.

Sjey minuttir inn í seinna hálvleik legði City seg á odda, eftir eina støðu har Sheffield United leikararnir føldu seg snýttar. Ein avlevering frá ein Sheffield leikara rakti dómarin, og bólturin datt fyri føturnar á Kevin De Bryune, ið spældi Sergio Aguero frían, og argentinski áloyparin skoraði trygt. Málið fekk loyvið at standa, hóast stór mótmæli frá Sheffield leikararnum.

Tólv minuttir fyri tíð avgjørdi City dystin, tá Riyad Mahrez spældi Kevin De Bryune frían, og hann skoraði trygt til endaliga úrslit 2-0.

Premier League 20. umfar:

Í dag: 
Arsenal – Chelsea 1-2
Liverpool – Wolves  1-0
Manchester City – Sheffield United 2-0


Í gjár, 28.12:
Brighton – Bournemouth 2-0 
Newcastle – Everton 1-2
Southampton – Crystal Palace 1-1
Watford – Aston Villa 3-0
Norwich – Tottenham 2-2
West Ham - Leicester 1-2
Burnley – Manchester United 0-2

Støðan: 
1. Liverpool (55 stig)*
2. Leicester (42 stig) 
3. Manchester City (41 stig)
4. Chelsea (35 stig)
5. Manchester United (31 stig)
6. Tottenham (30 stig)
7. Wolves (30 stig)
8. Sheffield United (29 stig)
9. Crystal Palace (26 stig)
10. Everton (25 stig)
11. Newcastle (25 stig) 
12. Arsenal (24 stig)
13. Burnley (24 stig)
14. Brighton (23 stig) 
15. Southampton (22 stig)
16. Bournemouth (20 stig)
17. West Ham (19 stig)*
18. Aston Villa (18 stig)
19. Watford (16 stig)
20. Norwich (13 stig)


* Ein dyst færri (19)

  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder