Tveir dystir í 20. umfari í Premier League vórðu leiktir í kvøld. Báðir høvdu greiða ávirkan á oddastríðið.
Manchester City legði seg sum væntað á odda í fyrra hálvleiki á Brentford Community Stadium. Tað var eftir eitt korter, tá Kevin De Bruyne fann Phil Foden í brotsteignum. City hevði, eisini sum væntað, stóra leikliga yvirvág, men skapti ikki nógvar málmøguleikar. Tað gjørdi heimaliðið so at siga als ikki, og so endaði tað 1-0 til City, ið fekk eitt mál VAR-kolldømt fyri ógvuliga tepra rangstøðu stutt fyri leiklok.
Guardiola og hansara menn sita trygt á oddasessinum - nakað tryggari enn áðrenn umfarið, og áðrenn kvøldið byrjaði. Orsøkin er sigurin á Brentford, saman við at Liverpool tapti í Leicester í gjár, og at Chelsea misti á stokkinum í kvøld.
Eins og City, komu menninir hjá Tuchel sum væntað á odda, tá teir í kvøld tóku móti Brighton. Tað var Romelu Lukaku, sum sló til eftir 27 minuttir. Ivasamt var, um tað skuldi verið dømt fríspark, men málið varð viðurkent. Dysturin var livandi, og í 2. hálvleiki hevði Brighton møguleikar fyri at javna og Chelsea fyri at avgera dystin. Tað líktist einum 1-0 úrslitið, men í mun til City megnaði Chelsea ikki at halda fast: Júst sum yvirtíðin byrjaði kom innlegg úr vinstru, og í brotsteignum var innskifti Danny Welbeck hægstur og stýrdi bóltinum væl. Triðji javnleikurin í teimum seinastu fýra Premier League-dystunum hjá Chelsea, ið hevur mist sambandið til Manchester City.
Premier League 20. umfar
Í dag - mikudagin 29.12
Chelsea - Brighton 1-1 (1-0)
28' Romelu Lukaku 1-0
90 (+1)' Danny Welbeck 1-1
Brentford - Manchester City 0-1 (0-1)
16' Phil Foden 0-1
Í gjár - týsdagin 28.12
Leicester - Liverpool 1-0 (0-0)
Crystal Palace - Norwich 3-0 (3-0)
Southampton - Tottenham 1-1 (1-1)
Watford - West Ham 1-4 (1-2)
Útsettir orsakað av koronu:
Arsenal - Wolves
Leeds - Aston Villa
Í morgin - hósdagin 30.12
20.15: Manchester United - Burnley
Útsettir orsakað av koronu:
Everton - Newcastle
Støðan í topp-trý
1. Manchester City 50 stig
2. Chelsea 42 stig
3. Liverpool 41 stig *
* Ein dyst færri
Øll støðan sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald