Manchester City skuldi vinna í gjárkvøldið fyri at fylgja við Arsenal í stríðnum um enska meistaraheitið. Men ístaðin endaði dysturin móti Everton við javnleiki 3-3.
Hetta merkir, at Arsenal nú er á odda við fimm stigum við einum dysti meira spældum enn City.
Harvið kann Arsenal einsamalt avgera meistaraheitið til sín fyrimuns við at vinna teir tríggjar dystirnar, sum eftir eru at spæla í Premier League: Úti móti West Ham, heima móti Burnley og úti móti Crystal Palace.
Men ein sera týðandi dystur afturat er á skránni. Tað er í kvøld, tá Arsenal á heimavølli skal royna at tryggja sær pláss í Champions League finaluni. Tað er í dystinum móti Atletico Madrid. Fyrra hálvfinalan í Madrid í síðstu viku endaði við javnleiki 1-1.
![]()
Jéremy Doku leggur Everton á odda 3-1 (Mynd: Peter Powell/AFP/Ritzau Scanpix)
3-3 drama
Dysturin í Liverpool í gjárkvøldið millum Everton og Manchester City gjørdist eitt drama. City hevði tað mesta av spælinum, og legði seg eisini á odda við einum máli, sum Jérémy Doku skjeyt stutt fyri hálvleik.
Men Everton gav ikki upp. Og við trimum málum legði Liverpool-liðið seg á odda 3-1. Málskorarar vóru Thierno Barry við tveimum og Jake O’Brien. Men bert fáar minuttir eftir at Barry hevði lagt Everton á odda 3-1, minkaði Erling Haaland um støðuna til 3-2.
Við hesi støðuni sá tað heilt gott út hjá Arsenal, sum harvið kundi fáa eina leiðslu til City upp á seks stig. Men sjey minuttir inn í tíðina, sum dómarin hevði lagt afturat, javnaði Jéremy Doku fyri City.
Sostatt er Arsenal nú fimm stig framman fyri Mancester City. Liðini hava ávikavist 76 og 71 stig. Á næstu plássunum liggja Manchester United við 64 stigum og Liverpool og Aston Villa við 58.
Í hinum endanum eru Wolverhampton og Burnley flutt niður, meðan West Ham við 36 stigum stríðist við Tottenham um at sleppa undan triðja niðurflytingarplássinum. Tottenham hevur 37 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald