Fótbóltur

City vann á Liverpool eftir brotssparkskapping

Annað árið á rað byrjaðu Pep Guardiola og hansara menn kappingina við at vinna eitt steyp.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-08-04 21:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta kappingarár stríddust liðini hart um meistaraheiti; at enda var Manchester City omaná. Í dag spældu liðini um Community Shield á Wembley - aftur har var City omaná, tá samanumkom.

[object Object]
(Belgiskir leikarar á hvør sínum liðið - Mynd: EPA)

Tað var fyrrverandi Liverpool-leikarin, Raheem Sterling, ið legði City á odda tíðliga í fyrra hálvleiki. Tá tað restaðu trettan minuttir í, javnaði Joel Matip til 1-1, ið gjørdist úrsliti eftir 90 minuttir. Og tískil skuldi dysturin avgerast við brotssparkskapping.

Har skoraði City uppá øll sínu brotsspørk, og tá Gabriel Jesus skoraði tað fimta, varð tað avgerandi, tí Winjaldum misnýtti sína roynd. Nakað av fagnaði var - hetta var tó ikki eitt steyp, ið hevur so nógv at siga, men meistararnir vóru í spælinum nakað undir ímóti Champions League-vinnarunum  

[object Object]

Liverpool spælir fyrsta Premier League dystin fríggjakvøldið, tá ið liðið hjá Klopp tekur ímóti uppflytarnum Norwich, ið endaði ovast í The Championship seinasta kappingarár. Manchester City spæla leygardagin á útivølli ímóti West Ham. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder