placeholder
Fótbóltur

City vendi dystinum og endurvann meistaraheitið

City skuldi vinna fyri at tryggja meistaraheitið - fingu vent 0-2 til ein 3-2 sigur móti Aston Villa.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-05-23 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir nógvan dramatikk kundi Manchester City í gjár kjósast til enskar meistarar í fótbólti, annað árið á rað.

Undan seinasta umfari í Premier League, var bert eitt stig á muni millum Manchester City og Liverpool FC, og harvið skuldi liðið úr Manchester vinna dystin móti Aston Villa fyri at tryggja sær meistaraheitið.

Tað byrjaði tó ikki væl fyri City, tí Aston Villa kom á odda 2-0. Matty Cash legði Villa á odda í fyrra hálvleiki, og tá annar hálvleikur var umleið 25 minuttir gamal, økti fyrrverandi Liverpool-leikarin, brasilski Philippe Coutinho, til 2-0.

Men so tóku City-leikararnir seg um rygg av álvara, og upp á bara seks minuttir vendu teir dystin á høvdið við at skora trý skjót mál.

Málskorarar vóru Ilkay Gündogan í 76. minutti, Rodri í 78. minutti og aftur Ilkay Gündogan í 81. minutti.

Harvið tryggjaði liðið úr Manchester sær eisini ein 3-2 sigur og harvið meistaraheitið. Hetta var áttanda ferð, at Manchester City gerst enskur meistari í fótbólti. Seinastu fimm árini hevur City vunnið fýra ferðir.

Hin biðilin til meistaraheitið, Liverpool, vann í gjár sín dyst 3-1 móti Wolverhampton. Men tað hjálpti einki, tá Manchester City vann sín.

Manchester City fekk 93 stig, Liverpool, 92, Chelsea kom á triðja pláss við 74 og Tottenham á fjórða við 71 stigum. Hesi liðini hava sostatt tryggjað sær luttøku í bólkaspælinum í Champions League.

Arsenal við 69 og Manchester United við 58 stigum tryggjaðu sær luttøku í Europa League. Og West Ham United, sum gjørdist nummar sjey við 56 stigum, verður enska umboðið í Conference League.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder