Fótbóltur

Clayton og sonurin halda fram á Sandi

Clayton og Klayver do Nascimento hava skrivað undir sáttmála við B71 fyri 2019.

Feðgarnir Do Nascimento saman við Karl Vidtfeldt, formanni í B71
(Mynd: b71.fo)

Feðgarnir Do Nascimento saman við Karl Vidtfeldt, formanni í B71 (Mynd: b71.fo)

2019-02-08 11:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir summarsteðgin í fjør vóru feðgarnir do Nascimento at síggja á liðnum hjá B71. Brasliansku leikararnir vóru við til at halda B71 í 1.deild, og í morgun boðar B71 frá á heimasíðu sínari, at Clayton og Klayver aftur spæla við B71 komandi kappingarár. 

Clayton Soares do Nascimento var als ikki ókendur í føroyskum fótbólti, tá hann kom til Sandoynna saman við soninum í fjør summar. Hann kom til FS Vágar í 2002 og eftir tvey ár har, spældi hann seks ár á Sandi. Síðani spældi Clayton aftur eitt ár í Vágunum, áðrenn hann í 2012 kom til Fuglafjarðar, har hann hevði sítt besta kappingarár. Brasliumaðurin gjørdist deildur toppskjútti í bestu deildini við 22 málum, varð kosin til ársins leikara, og var nær við at føra ÍF til FM-heitið.

Árið eftir skoraði Clayton aftur javnan, og ÍF fekk silvur annað árið á rað. Hann helt fram í Fuglafirði til og við 2016. Royndi áleyparin skuldi koma aftur til kappingarárið 2017 men fekk ikki uppihaldsloyvi, tí hann hevði forvunnið eitt lítið sindur ov nógv uttanfyri fótbóltin ári fyri. 
 
Í fjør fekk B71 boð frá Clayton Soares um, at hann og sonurin høvdu hug at koma til Sands at spæla fyri felagið. Heimasíða felagsins skrivar í dag, at ter ynskja at halda fram við hesum, og tað fegnast tey um á Sandi. Clayton er nú 40 ár og sonur hansara er 20 ár yngri. Báðir leiktu níggju dystir fyri B71 í fjør, og Clayton skoraði fimm mál.  Áleyparin hevur skorað 94 mál í 220 dystum í Betrideildini, leikt 30 dystir og skoraað 23 mál í steypakappingini, og í næstbestu deildini hevur hann næstan eitt mál fyri hvønn dyst leiktan: 96 mál í 101 dystum.

B71 hevur gjørt sáttmála við brasliansku feðgarnar fyri 2019. Sandoyingar endaðu á 8. plássið við 28 stigum í fjør - tvey stig frá niðurflyting. 

Keldur: b71.fo og FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder