Fótbóltur

Copa America: Argentina stríddi seg víðari

Eftir mótgongd og eina rúgvu av atfinningunum komu Messi og co. víðari í kvøld í kappingini um suðuramerikanska meistaraheitið.

Hann skoraði ikki í kvøld, men Lionel Messi kundi fegnast eftir seinasta bríksl ímóti Katar (Mynd: EPA)

Hann skoraði ikki í kvøld, men Lionel Messi kundi fegnast eftir seinasta bríksl ímóti Katar (Mynd: EPA)

2019-06-23 23:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bólkaspælið í Copa America er nú næstan av, og eftir dystirnar í gjárkvøldið og í kvøld kann navn setast á sjey av teimum átta liðunum, ið skulu spæla í fjórðingsfinalunum seinni í hesari vikuni. 

Bólkur A:
Í gjárkvøldið var sambaveistla í Sao Paulo, tá vertirnir smurdu Peru av. Liðið, sum var til HM-endaspælið seinasta summar, megnaði einki at gera við Brasil, ið við fimm ymiskum málskjúttum vann 5-0. Liðið hjá Tite, uttan Neymar, er ósigrað og hevur ikki latið mál inn í bólkaspælinum. Hóast stórtapið er Peru víðari sum ein av bestu trý'arunum. Venesuela byrjaði væl við málleysum javnleiki, fylgdi upp við sera góðum málleysum javnleiki ímóti vertunum, og spældi seg síðani víðari við 3-1 sigri á Bolivia, ið nú er úti.

Víðari: Brasil (8 stig), Venesuela (5 stig), Peru (4 stig)    


[object Object]
(Willian endaði málveistluna ímóti Peru; hann kom inn í hópin fyri skadda Neymar - Mynd: EPA)

Bólkur B: 
Argentina hevði knívin á barkanum í kvøld, men gjørdi sum helst varð væntað kortini. Eftir ósigur fyri Kolumbia og javnleik ímóti Paraguay hava atfinningarnar heglað niður yvir liðið við ein av heimsins allarbestu leikarum nakrantíð - eins og undir HM í fjør. Tað lætnaði harvið nógv um, tá ungi áleyparin úr Inter, Lautaro Martinez longu eftir tríggjar minuttir legði argentinar á odda ímóti Katar, ið hevur verið við sum gestaluttakari. Sergio Aguero lukkaði dystin stutt fyri tíð eftir upplegg frá Paulo Dybala. Argentin skal spæla ímóti Venesuela í fjórðingsfinaluni fríggjadagin seinnapartin. Kolumbia vann bólkin við fullum stigatali og uttan at lata mál inn. Hetta varð staðfest við 1-0 sigri á Paraguay, ið nú skal vóna, at Ekvador og Japan spæla javnleik týsnáttina. 

Víðari. Kolumbia (9 stig), Argentina (4 stig)   

[object Object](Sergio Aguero úr Manchester City skoraði til 2-0 í kvøld - Mynd: EPA)

Bólkur C:
Kili og Uruguay hava spælt seg víðari og hittast til dyst um 1. plássið um eitt stórt samdøgur. Japan og Ekvador spæla um at koma víðari - um ein vinnari verður funnin, verður hann næstbesti trý'ari, og fær harvið áttanda og seinasta plássið í fjórðingsfinalunum. Endar tað við javnleiki stendur Japan eftir sum tann vánaligasti trý'arin, og Paraguay kemur víðari. Báðir dystirnir verða leiktir klokkan 02.00 týsnáttina. 

Fyrsta fjórðingsfinalan verður hóskvøldið í Porto Alegre, har Brasli tekur ímóti  nummar trý úr bólki B ella C.

Víðari: Kili (6 stig), Uruguay (4 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder