Fótbóltur

Copa America farið í gongd

Vertstjóðin byrjaði við tryggum sigri í nátt; Í bólki B er stórdystur í kvøld.

Philippe Coutinho hevur verið fyri nógvum kritikki í Barcelona, men í nátt var hann avgerandi fyri heimland sítt í byrjunardystinum í Copa America (Mynd: EPA)

Philippe Coutinho hevur verið fyri nógvum kritikki í Barcelona, men í nátt var hann avgerandi fyri heimland sítt í byrjunardystinum í Copa America (Mynd: EPA)

2019-06-15 20:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Suðuramerika eru 12 lond farin í gongd við at dystast um meistaraheiti. Tað eru tey tíggju liðini í CONMEBOL, umframt Japan og Katar ið eru við sum gestir. Liðini eru í trimum bólkum, har tvey tey bestu koma víðari í hvørjum, umframt tveir teir bestu trýararnir. 

Kappingin er í størsta landinum í Suðuramerika, ið er vertir fyri fimtu ferð. Eitt ávíst trýst er á brasilianska liðnum, ið varð sligið út úr fjórðingsfinaluni til HM í fjør, og sum "bert" hevur vunnið Copa America átta ferðir. Hetta er seks ferðir færri enn arvafíggindarnir Argentina og sjey ferðir færri enn Uruguay, ið er mest vinnandi landið í kappingini við 15 heitum.

Brasila spældi byrjanardystin ímóti Bolivia í Sao Paulo í nátt. Eftir ein málleysan 1. hálvleik setti heimaliðið tingini uppá pláss í 2. hálvleiki. Philippe Coutinho gjørdist tvífaldur málskjútti, áðrenn Everton staðfesti sigurin. Hini bæði liðini í bólki A, Venezuela og Peru, spæla í Porto Alegre í løtuni. 

Í bólki B er spennandi dystur á skránni klokkan 23.00, tá Argentina og Kolumbia bresta saman. Hesi liðini eru favorittar at fara víðari í bólkinum. Paraguay og Katar hittast í annaðkvøld

Bólkur C (seinasti bólkurin): 
Ecuador, Uruguay, Kili (meistarar tvær tær seinastu ferðirnar) og Japan 
-Fyrstu dystirnir í bólkinum verða leiktir mánakvøldið/týsnáttina 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder