Bridgesamband Føroya hevur samtykt nýggjar reglur fyri FM fyri pør í sambandi við komandi kapping, sum verður í Bridgehúsinum í Gundadali um vikuskiftið.
Í mesta lagið 20 pør kunnu vera við í kappingini í ár, og avgerð er tikin um, at 20 tey fyrstu pørini, ið tekna seg, spæla við í kappingini. Onnur koma á bíðilista.
Allar reglur, ið myndugleikarnir mæla til viðvíkjandi reinføri og frástøðu, skulu haldast. Tí er hondspritt sett upp við inngongdina og verður eisini á hvørjum borði, har spælt verður.
Eitt sett av kortmappum verður blandað til hvørt borð, soleiðis at bara tann eini spælarin nertir við kortini.
Spælarar eru vælkomnir at nýta munnbind fyri at verja seg sjálvan, men tað er ikki nakað krav at nýta tað. Og luftað verður væl út í hølunum, áðrenn byrjað verður at spæla, og av og á gjøgnum dagin, skrivar Bridgesambandið á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald