
Portugisiska fótbóltsstjørnan varð noyddur at bøna ein bólk av iranskum viðhaldsfólkum um at lata hann fáa frið at sova, tá hesi vóru samlaði við hotellið í Saransk, har portugisiska landsliðið var.
Portugal og Iran møtast í dysti í kvøld, har vinnarin er vísir í at sleppa víðari í kappingini. Portugal er á øðrum plássi við fýra stigum, meðan Iran er á triðja plássi við trimum stigum.
Iransku viðhaldsfólkini vóru samlaði við hotellið, har tey hildu gang við trummum og vuvuzela ljóðførum langt út á náttina.
Ronaldo kom at enda til vindeyga og bønaði viðhaldsfólkini um at verða friðarlig. Umbønin virkaði, tí at stutt eftir var friðarligt, skrivar ESPN.
Portugal og Iran spæla klokkan 19 í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald