2018-07-16 13:45

Heimsins besti fótbóltsleikari, Cristiano Ronaldo, er í løtuni til læknakanning í Juventus. Tá læknakanningin er av, er lítið og einki eftir áðrenn hann kann kalla seg Juventus leikara.
Cristiano Ronaldo gjørdist í síðstu viku samdur við Juventus um skiftið, sum kostar italska felagnum 88 mió. pund. Leikarin fer at vinna sær 26,5 mió. pund hvørt kappingarár næstu fýra árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald