Fótbóltur

Cristiano Ronaldo fær stóra bót fyri skattasvik

Kendi fótbóltsleikarin sleppur undan fongsulsrevsing.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-23 07:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Portugisiski fótbóltsleikarin Cristiano Ronaldo játtar seg sekan í skattasviki og hevur tikið ímóti eina bót á áleið 140 milliónir krónum. Hann fekk eisini treytaða fongsulsrevsing.

Cristiano Ronaldo var í gjár í rættinum í Madrid, har hann játtaði seg sekan í sakini í skattasviki, sum hevur verið í gongd í fleiri ár.

Cristiano Ronaldo hevði frammanundan gjørt avtalu við sponsku myndugleikarnar um at rinda áleið 140 milliónir krónur í eini sak um manglandi skatt. Í rættinum var hann álagdur at rinda bót á næstan 24 milliónir krónur. Enn er ikki vist, um hendan bótin kemur afturat teimum 140 mió. kr., sum Cristiano longu hevur góðtikið at rinda.

Cristiano Ronaldo varð eisini dømdur 23 mánaðir fongsulsrevsing, men í Spania er vanligt, at persónar, sum ikki hava brotið lógina fyrr, sleppa undan at sita tíðina, um revsingin er undir 2 ár. Í staðin fyri at skula inn at sita, fær hann enn eina bót á 2,75 mió. kr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder