placeholder
Fótbóltur

Cristiano Ronaldo rindar 140 mió. kr. bót í skatti

Fótbóltsleikarin játtar seg sekan í sakarmáli.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-27 17:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Portugisiska fótbóltsstjørnan Cristiano Ronaldo hevur játtað seg sekan í einum málið um skatt, og játtar at rinda 140 mió. kr. í bót. Sakin handlar um, at Cristiano Ronaldo ikki hevur goldið nokk í skatti. Bótin er 140 mió. kr. er ein avtala millum leikaran og sponsku skattamyndugleikarnar.

AP skrivar, at Cristiano hevur gingið við til avtaluna, tí at hetta merkir at hann fær linar fongsulsrevsing. Í Spania er vanligt, at persónar, sum ikki hava gjørt nakað revsivert fyrr, sleppa undan at skula inn at sita, um fongsulsrevsingin er tvey ár ella styttri.

Cristiano Ronaldo var ákærdur fyri at hava goymt inntøkur á 110 mió. kr. fyri spanska skattavaldinum í tíðarskeiðinum 2011-2014.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder