Tá italska felagið Juventus í gjár vann italska Super Cup við at vinna 2-0 á Napoli, var tað Cristiano Ronaldo, sum legði fyri við at skora málið til 1-0.
35 ára gamla fótbóltsstjørnan skoraði harvið mál nummar 760, og er síðan heiðraður sum mest skorandi fótbóltsspælari nakrantíð.
Fleiri miðlar og hagfrøðingar hava skýrt Ronaldo til eigara av metinum, sum hann tók frá kekkisku málmaskinuni Josef Bican, sum í trýati-, fýrati- og fimmtiárunum skoraði 759 mál. Men tað er ikki full semja um, hvør hevur metið.
Dátur frá altjóða heimasíðuni fyri fótbóltshagfrøðingar, RSSSF, sigur nevniliga, at Josef Bican skoraði 805 mál, og tí framvegis eigur metið.
Ósemjan skyldast, at fleiri av málum hjá Bican vóru skorað fyri eyka- og amatørliðið hjá Rapid Wien, eins og í dystum, ið ikki eru skrásettir sum almennir landsdystir, skrivar bold.dk.
Um hugt verður burtur frá hesum málum, so endar hann við 759 málum í 495 dystum, sambært BBC. Til sammetingar hevur Cristiano Ronaldo skorað síni 760 mál í 1.040 dystum.
Nærmasti eltari hjá Ronaldo til hetta metið, og sum framvegis spælir, er tvey ár yngri Lionel Messi, sum hevur skorað 41 mál færri enn portugisin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald