EB/Streymur hevur í vetur mist nakrar av spælarunum, sum vóru fastir menn og stuðulsspælarar í fjør. Bogi Reinert-Petersen og Dánjal Godtfred eru farnir aftur til barndómsfeløgini - ÍF og FC Suðuroy - og lokali U21-landsliðsáleyparin Gutti Dahl-Olsen spælir nú fyri B36.
Hópurin hjá EB/Streymur sær nakað tunnur út á pappírinum, men nú er spælari kunngjørdur, sum skal vera munagóður styrkur til álopskenda partin í Streymnesi.
Talan er um Boubacar Sidik Dabo. Í føroyska fótbóltsheiminum er hann best kendur sum bara Dabo. Hann kom til B68 fyri tveimum árum síðani, og var hann serliga í 2022 ein umráðandi partur av álopskenda spælinum hjá liðnum av Svangaskarði.
Dabo skoraði átta mál og legði upp til fleiri í væleydnaðu bjargingaroyndini hjá B68. Í fjør gekk heldur meira striltið, og stutt eftir at senegalbúgvin hevði fingið seks-daga leikbann fyri at sláa Viljorm Davidsen í dysti móti HB, steðgaði samstarvið millum hann og B68. Tað varð tó tikið uppaftur í august. Samanlagt spældi Boubacar Dabo 48 dystir og skeyt 11 mál fyri besta liðið hjá B68.
Í vetur hevur ivamál verið um framtíð hansara, men fyri stuttum sást Dabo vera á venjingarlegu saman við EB/Streymi. 26-ára gamli álopskendi spælarin skoraði í venjingardysti um vikuskiftið, og í dag er sáttmál kunngjørdur millum partarnar fyri 2024.
Boubacar Dabo er nú partur av hópinum hjá EB/Streymi (Mynd: EB/Streymur)
Les eisini: Ungur skálvíkingur gjørt sáttmála við EB/Streym
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald