2024-12-28 19:31
EB/Streymur kunngerð í dag, at sáttmáli er undirskrivaður við Boubacar Sidik Dabo um at halda fram í felagnum.
Dabo kom til EB/Streym seinasta kappingarár eftir tvey ár í B68. Fyrsta triðingin var hann darvaður av skaða, men gjørdi um seg í seinnu hálvu av kappingini.
- Við síni høgu ferð og kraft, umframt góða bóltførleika, vænta vit í EB/Streymi at Dabo aftur komandi kappingarár verður ein týðandi leikari í álopspartinum, sigur felagið.
Kraftmikli bóltsnillingurin úr Senegal skoraði sjey mál og legði upp til seks mál farna kappingarár. Sambært FaroeSoccer hevur Dabo skotið 17 mál í 63 dystum í Betrideildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald