FSF boðar á heimasíðu sínari í dag frá, at navn er sett á dómarar til allar steypafinalurnar komandi dagarnar.
Leygarkvøldið spæla HB og Víkingur finaluna um Løgmanssteypið. Tað verður Dagfinn Forná, ið skal døma hesaferð.
Dagfinn byrjaði at døma í 1997, og fýra ár seinni dømdi hann sín fyrsta dyst í fremstu deildini. Talan er tí um ein royndan dómara, ið skal leiða finaluna. Hann sigur soleiðis um fyrireikingina til stóra dystin:
- Onkursvegna kann man samanbera okkara fyrireiking við fyrireikingina hjá fótbóltsliðunum. Vit hyggja eftir nógvum sjónbandatilfari. Serliga hyggja vit eftir dystum, har hesi bæði liðini hava spælt móti hvørjum øðrum fyrr, so vit kunnu staðfesta, um tað eru tendensir, sum vit skulu halda eitt vakið eyga við, sigur Dagfinn Forná við heimasíðuna hjá FSF.
Kvinnuligur dómari úr Danmark
Frederikke Lydia Søkjær skal døma finaluna hjá kvinnum. Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at Frederikke hevur drúgvar royndir sum dómari í fremstu kvinnudeildini í Danmark, og tað, at hon nú er komin til Føroyar at døma steypafinaluna, er partur av dómara-samstarvinum millum norðurlondini.
FSF hevði annars ynskt, at havt kvinnuligar føroyskar dómarar til steypafinaluna hjá kvinnum, men dómaraleiðarin Lassin Isaksen sigur, at har mangla kvinnuligur dómarar í Føroyum:
- Vit hava leingi arbeitt miðvíst fyri at fáa kvinnuligar dómarar í Føroyum, og tað gera vit framvegis Men vit mangla heilt einfalt kvinnur í føroyska dómaraskaranum. Tað er ein avbjóðing, sum vit sera fegin vilja finna loysnina uppá, tí tað hevði verið ein sjálvsagdur vinningur fyri ikki bara kvinnusíðuna, men fyri føroyskan fótbólt sum heild, um bæði kynini vóru at síggja í so nógvum leiklutum á og uttanfyri vøllin sum gjørligt.
Her er eitt yvirlit yvir dómarar og hjálpardómarar í ársins steypafinalum (høvuðsdómari stendur fyrst):
Løgmanssteypið
Dagfinn Forná, Dan Højgaard og Marner F. Olsen
Steypafinalan kvinnur
Frederikke Lydia Søkjær, Fie Brun og Jógvan Breckmann
U21
Aron Sofus Vest, Kristian Gunnar Joensen og Dávid Waag Sjóstein
U18 Gentur
Stephan Petersen, Pætur E. Rasmussen og Nicklas Dam
U17 Dreingir
Jón Tór Baldvinsson, Jan Glyvradal og Hanus Johannesen
U15 Gentur
Tóki Høghamar, Emil Sørensen og Eli W. Finnssen
U13 Dreingir
Árni B. Petersen
U13 Gentur (mikudagin 18. sept. klokkan 17:00)
Jóna Nicolajsen
Seinasta mikukvøld dømdi hesir finaluna hjá U15 Dreingir:
Jákup Ø. Mohr, Fróði Johannesen og Arthur Højgaard
Skráin:
Fríggjadagin 20. september
Kl. 17:30 B36 – ÍF/Víkingur/B68 (Gentur U18 / Mótasteypið)
Kl. 20:00 HB – Skála (U21 / Intersport Steypið)
Leygardagin 21. september
Kl. 10:00 B36 – HB (Dreingir U13 / Solar Steypið)
Kl. 11:30 B36 – KÍ (Gentur U15 / Eilif Arge Steypið)
Kl. 14:00 Víkingur – HB (Dreingir U17 / Blaðberasteypið)
Kl. 16:30 HB – EBS/Skála (Steypafinalan kvinnur)
Kl. 20:00 Víkingur – HB (Løgmanssteypið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald