Fótbóltur

Dagfinn og Áki døma finalurnar á Tórsvølli

Leygardagin verður stóri finaludagurin – fótbóltssambandið hevur nú útnevnt dómararnar.

Áki Leitisstein Hansen hevur dømt fleiri dystir í bestu kvinnudeildini - sunnudagin dømdi hann sín fyrsta dyst í bestu mansdeildini (Mynd: Bjarni Enghamar)

Áki Leitisstein Hansen hevur dømt fleiri dystir í bestu kvinnudeildini - sunnudagin dømdi hann sín fyrsta dyst í bestu mansdeildini (Mynd: Bjarni Enghamar)

2022-10-24 18:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verða Dagfinn Forná og Áki Leitisstein Hansen, ið hava ábyrgdina av, at alt fer rætt fram, tá steypafinalurnar í fótbólti verða avgreiddar í kvinnu- og mansdeildini.

Komandi vikuskifti, leygardagin 29. oktober, verður Tórsvøllur karmur um ársins steypafinalur.

Og nú er greitt, at tað verður Áki Leitisstein Hansen, ið skal døma finaluna hjá kvinnum. Afturat honum verða Petur Páll Hentze og Jógvan Breckman hjálpardómarar, og fjórði dómari verður Heini Viðoy.

Dómari í finaluni um Løgmanssteypið, sum er steypakappingin hjá monnum, verður Dagfinn Forná. At hjálpa sær á síðulinjunum fær hann Jan Hermansen og Niklas Petersen, og fjórði dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen.

Steypafinalan hjá kvinnum millum KÍ og HB, byrjar klokkan 15, og klokkan 19 fara menninir hjá KÍ og Víkingi á vøllin at dystast um Løgmanssteypið.

Atgongumerki til steypafinalurnar fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Fyrrapartin í dag vóru áleið 3.300 atgongumerki seld.

Kelda: fsf.fo 

[object Object]Dagfinn Forná skal døma finaluna um Løgmanssteypið (Savnsmynd: Sverri Egholm)



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder