![]()
Tað er dagin eftir dagin í Trier í dag.
Føroyingarnir, sum veruliga hava feira fantastiska sigurin í gjárkvøldið eru ikki rættiliga frammi enn.
Men lagið var gott á gøtunum frá Trier Arena og inn móti miðbýnum eftir dystin í gjárkvøldið. Sjongurin ljómaði og teir innføddu fegnaðust saman við føroyingunum yvir stórbragdið, sum føroysku kvinnurnar framdu móti Spania við at vinna við tveimum málum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Og inni á barrini í miðbýnum í Trier, ið kallast Coyote Café helt veitslan fram til út móti morguntímunum.
Í dag er hvíldardagur áðrenn dystin móti Paraguai í morgin. Men tað er kortini neyðugt at vinna tann dystin. Tí um Paraguai vinnur, so er tað innanhýsis dystir, sum telja, og í sofall, endar Paraguai framman fyri okkum.
(Mynd: Sverri Egholm)
So dysturin í morgunin skal kortini takast í størsta álvara.
Vit hava eisini møguleika fyri at enda sum nummar tvey í okkara bólki, og tað eru føroyingar, sum longu nú eru farnir at tosa um møguleikan fyri at enda í eini fjórðingsfinalu.
Støðan í okkara bólki í dag er tann, at Montenegro er á odda við fýra stigum eftir at hava vunnið á bæði Føroyum og Paraguai. Neyvan ivi um, at tær koma víðari.
Síðan koma Spania og Føroyar við tveimum stigum. Í løtuni liggur Spania á øðrum plássi við +7 málum, meðan Føroyar hava -3. Men Spania skal møta sterkasta liðnum í bólkinum í seinasta umfari, og Føroyar skal møta tí veikasta.
Og tá eru sannlíkindini fyri, at Føroyar fara framum rættiliga stór. Vinna vit, eru vit nummar tvey, um Spania tapir ella spælir javnt móti Montenegrospæla vit javnt og Spania tapir, so eru vit eisini víðari.
(Mynd: Sverri Egholm)
Føroysku kvinnurnar hvíla seg í dag. Ætlanin var, at tær skuldu hava eina venjing klokkan 10 lokala tíð í dag, men tann venjingin varð í gjárkvøldið útsett til klokkan 14.
FM1 sendir aftur í dag beinleiðis millum klokkan 11 og 12. Hesaferð verður sent av hotellinum har leikararnir búgva.
Sí allar myndirnar frá ótrúliga dystinum í gjárkvøldið
Og samrøðurnar:
- Vit koyra bara á og trúgva upp á okkum sjálvar
- Vit fingu flow í og Rakul byrjaði at bjarga
- Tað er gott at hava so góðar málverjar – og áskoðarar
- Hetta er ein óverulig kensla
(Greinin er rættað í mun til upprunaligu útgávuna. Tá mettu vit um møguleikarnar hjá Føroyum at koma víðari út frá tí, at tað er málúrtøkan, sum telur. Men innanhýsis dystir telja meira enn málúrtøka. So um Paraguai vinnur á okkum í morgin og Spania vinnur ella fær javnleik móti Montenegro, so enda vit aftast)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald