2018-07-17 12:41

Manchester United og Ajax eru blivin samd um, at hollendski landsliðsleikarin Daley Blind skiftir aftur til Ajax.
Ajax skal gjalda 14,1 mió. pund fyri leikaran, men avtalan fer møguliga at kosta 18,5 mió. pund, alt eftir hvussu leikarin klárar seg í Ajax.
Daley Blind skifti frá Ajax til Manchester United í 2014 fyri 13,8 mió. pund. Hann spældi 141 ferðir fyri Manchester United og skoraði seks ferðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald