Hondbóltur

Dan er nýggjur venjari hjá StÍF

43 ára gamli danin hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir sum venjari hjá bæði børnum og vaksnum, og fer hann komandi kappingarár at vera høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum og øllum gentuliðunum.

Dan Muurholm Jürgensen (t.v.), nýggjur høvuðsvenjari, og Egi Gothard Danielsen (t.h.), næstformaður í StÍF (Mynd: StÍF)

Dan Muurholm Jürgensen (t.v.), nýggjur høvuðsvenjari, og Egi Gothard Danielsen (t.h.), næstformaður í StÍF (Mynd: StÍF)

2023-05-03 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

StÍF og Dan Muurholm Jürgensen hava gjørt avtalu um samstarv fyri komandi kappingarár.

Dan verður nýggjur høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá StÍF. Hann verður eisini høvuðsvenjari hjá øllum gentuliðunum, boðar StÍF frá í tíðindaskrivi.

– Ein týðandi partur av hansara arbeiði er at menna og kveikja verandi og nýggjar hjálparvenjarar. Hann fer eisini at skipa fyri átøkum, sum styrkja felagsskapin og samanhaldið hjá børnum, ungum og teimum vaksnu. Hann verður við í arbeiðinum hjá StÍF at geva ráð og íkast til bygging av nýggjari ítróttarhøll á Strondum.

Dan er 43 ára gamal og er úr Danmark. Hann hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir sum venjari hjá bæði børnum og vaksnum. Han hevur hondbóltsvenjaraútbúgving og fleiri leiðsluroyndir, og hevur hann í nøkur ár arbeitt við talentmenning í Aabenraa og Sønderborg, skrivar StÍF, sum fegnast um nýggja samstarvið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder