Fótbóltur

Dani høvuðsungdómsvenjari hjá B71

33-ára gamli Nichlas Zepelin Hjertstedt kemur úr Hillerød. Hann byrjar í starvinum Inni í Dal í februar.

Nichlas Zepelin Hjertstedt saman við Karl Vidtfeldt, sum var í Danmark í síðstu viku (Mynd: B71)

Nichlas Zepelin Hjertstedt saman við Karl Vidtfeldt, sum var í Danmark í síðstu viku (Mynd: B71)

2025-01-28 09:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B71: Í vetur hevur ein tilgongd verið í gongd at seta við ein nýggjan høvuðsungdómsvenjara, og loksins er løtan komin at kunngera hvør hesin verðu.

Nichlas Zepelin Hjertstedt er 33 ára gamal og úr Danmark. Hann hevur UEFA A venjaraútbúgving og hevur millum annað havt ábyrgdina av ungdómsliðum hjá Hillerød, har hann starvaðist fulla tíð.

Nú er hann so settur á uppgávuna at venja og samskipa barna- og ungdómsarbeiðið hjá B71 og vit eru ógvuliga spent uppá at bjóða honum vælkomnum.

Afturat sær hevur hann konu og trý børn upp til Føroyar. Tey leggja leiðina hendan vegin 9. februar við Norrønu.


[object Object]'Nichlas Hjertstedt
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder