Fótbóltur

Daniel og Heri spældu fyri fyrstu ferð

Bakkarnir hjá HB komu inn á vøllin, tá eitt korter var eftir av landsdystinum móti Ísrael í gjárkvøldið - her er eitt sindur um teirra veg á A-landsliðið.

2021-09-02 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

24-ára gamli høgri bakkurin Heri Hjalt Mohr var eitt skifti tíðliga í summar burtur frá fótbólti av persónligum ávum. Síðani hann er komin aftur, hevur hann víst sítt virði fyri HB - serliga í evropeisku dystunum - og Heri varð 23. august úttikin til HM-undankappingardystirnar móti Ísrael, Danmark og Moldova.  

Heri varð ikki úttikin til teir fyrstu dystirnar í kappingini, ið vórðu leiktir í mars, og  Daniel Johansen var heldur ikki á dómaraseðlanum til nakran av teimum dystunum. Vinstri bakkurin hjá HB gjørdi veruliga um seg í fjør, tá HB gjørdist greipuvinnari. Serliga var tað í álopskenda spælinum og við uppleggum - Daniel hevði tjúgu av slagnum í Betrideildini.

Upprunaliga varð Daniel ikki úttikin til hesar heimadystirnar, men av tí at úttiknu vinstru bakkarnir Ári Mohr Jónsson og Viljormur Davidsen mánadagin endaðu í sóttarhaldi, vórðu boð mánakvøldið send eftir 23-ára gamla HB-leikaranum.

Video: Daniel: Tað er nú at man skal taka av møguleikanum

Bæði Heri og Daniel vóru við í 1-0 sigrinum hjá HB á Maccabi Haifa á Tórsvølli 12. august, og hóast tað ikki gekk væl móti ísraelittum í gjárkvøldið, so varð tað eitt minniligt kvøld fyri bakkarnar, tí í 76. minutti vórðu báðir skiftir inn til tað, sum varð teirra fyrsti A-landsdystur. Nú hava 175 leikarar spælt á føroyska A-landsliðnum hjá monnum, sambært FSF.

[object Object]
Heri Mohr í eyðkendum stíli (Mynd: Sverri Egholm)

Heri Hjalt Mohr er uppvaksin í HB og var sum yngri mest kantur. Eitt skifti í 2016 var hann leigaður út til TB, har skjóti og ágangandi leikarin spældi níggju dystir. Í 2019 var Heri úti á Argjum og spældi, og tað var í AB, at hann fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í bestu deildini. Í fjør tók hann plássið sum høgri bakkur í bandómsfelagnum og gjørdi veruliga vart við seg við støðugum og sterkum avrikum. Heri er skrásettur fyri fimm U17-landsdystir í 2013, so tað er langt síðani, at hann umboaðði Føroyar. Pápi Heri Hjalt Mohr, Gunnar Mohr, skeyt nógv mál fyri HB og er skrásettur fyri sjey A-landsdystir, umframt tveir óalmennar. Gunnar var í hópinum, tá Føroyar vunnu á Eysturríki í Landskrona.

Daniel Johansen er partvíst uppvaksin í Danmark og partvíst á Norðskála. Evnini vóru eyðsæð tíðliga í EB/Streymi, og í 2014 fór Daniel at spæla við HB. Har mentikt tekniskt sterki leikarin, ið hevur spælt á sentrala miðvøllinum, á kantinum, men seinni árini mest á vinstra bakki. Daniel spældi til tíðir nógv undir Heimiri Guðjónssyni, men tað var í fjør, tá vinstra baks plásssi varð tøkt, eftir at Magnus Egilsson fór til Íslands við Heimiri at spæla við Vali, at ljóshærdi, vinstrabeinti leikarin fekk sítt stóra gjøgnumbrot. Hann varð, eins og Heri, úttikin til A-landsliðið í samband við eitt umfar í Nations League síðsta heyst, men fyrsti dysturin kom ikki. Daniel Johansen er skrásettur fyri átta U21-landsdystir, umframt ein U19-landsdyst.

Tøl: Faroesoccer og fsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder