Fótbóltur

Dánjal og Janus eru í finaluni

ÍBV vann eisini triðju hálvfinaluna, sum var á Hafnarfjörðinum í gjárkvøldið. Harvið er góð tíð at fyrireika seg til fyrstu finaluna um íslendska meistaraheitið, sum verður 20. mai.

Janus Dam Djurhuus skoraði tvey mál í avgerandi hálvfinaluni (Mynd: Harald Bjørgvin)

Janus Dam Djurhuus skoraði tvey mál í avgerandi hálvfinaluni (Mynd: Harald Bjørgvin)

2023-05-11 13:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ÍBV gjørdi reint borð - hattrikk - í hálvfinalunum móti FH. Hetta er greitt eftir 31-29 sigurin í triðju hálvfinaluni, sum var á útivølli í gjárkvøldið.

ÍBV var eisini á odda við tveimum málum í steðginum í spennandi dystinum. Vinstri vongurin úr Hoyvík, ið skal til U21 endaspæl í næsta mánaði, skoraði tvey mál. Janus Dam Djurhuus kom úr H71 síðsta summar. Hann og Dánjal Ragnarsson, sum er uppvaksin í Neistanum og fór til Vestmannaoyggjarnar í 2021, hava verið fastir partur av hópinum alt árið.

22-ára gamli Dánjal og 20-ára gamli Janus skulu í seinna helmingini spæla um gullið. Fyrsta finalan verður mánadagin 20. mai. Liðið, sum fyrst kemur upp í tríggjar finalusigrar, gerst íslendskir meistari 2022/2023. Um talan verður um fimm finalur verður tann seinasta 31. mai.

[object Object]
Dánjal og Ragnar í ÍBV-búnanum (Mynd: ÍBV)

Tað verða Afturlending ella Haukar, sum skal dystast við ÍBV um gullið. Har stendur á jøvnunum eftir tvær finalur - triðja finalan verður í kvøld. Harvið fær mótstøðuliðið hjá føroyingaliðnum minni tíð at hvíla seg og fyrireika seg til finalurøðin.

Kvinnurnar hjá ÍBV spældu seg týskvøldið í finalurnar. Ingibjørg Olsen úr Vestmanna er partur av liðnum har, og harvið kann tað gerast gullregn fyri tríggjar føroyingar á Vestmannaoyggjunum seinni í mánaðinum.

[object Object]
ÍBV-kvinnurnar fegnast um finaluplássið - Ingibjørg Olsen sæst í miðjuni her (Mynd: ÍBV)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder