Hondbóltur

Dánjal Ragnarsson og Tróndur Mikkelsen halda fram við flotta spælinum

Bakspælararnir, sum eru uppvaksnir í Neistanum, hava fingið ógvuliga góða byrjan í nýggju feløgunum sínum, og landsliðsvenjarin hevur eisini vakið eyga við teimum.

Tróndur Mikkelsen er longu lyklaspælari hjá Karlskrona

Tróndur Mikkelsen er longu lyklaspælari hjá Karlskrona

2025-10-04 13:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóskvøldið vóru nakrir føroyskir hondbóltsspælarar í eldinum uttanfyri landoddarnar. 

Millum hesar vóru Dánjal Ragnarsson og Tróndur Mikkelsen. Fyrrverandi Neista-bakspælararnir spæla nú í ávíkavist Fram (Ísland) og Karskrona (Svøríki).

Dánjal er leigaður úr Neistanum, og sum í flestu øðrum dystum hjá Fram í ár, gjørdist føroyingurin toppskjútti, tá liðið spældi hóskvøldið. Tað endaði við 35-29 tapi fyri oddaliðnum Afturelding, men Dánjal Ragnarsson skoraði 8 mál. Hann varð toppskjútti hjá íslendska meistaraliðnum. 

Hallur Árason og Sveinur Olafsson spæla við júst Afturelding men báðir eru skaddir í løtuni.

[object Object]
Dánjal Ragnarsson skorar nógv mál í Íslandi (Savnsmynd)

Í Svøríki vann Karlskrona 34-28 á Helsingborg og legði seg á 4. plássi í Handbollsligaen.

Tróndur Mikkelsen spældi, sum í nógvum av undafarnu dystunum, ein stóran leiklut í álopi og verju. 25-ára gamli landsliðsspælarin skoraði næstflest mál hjá Karlskrona (6). 

Tróndur hevur fingið frálíka byrjan í Svøríki, og hetta staðfesti Peter Bredsdorff-Larsen eisini, tá Portalurin tosaði við landsliðsvenjaran í vikuni. Ymiskt bendir á, at Tróndur Mikkelsen, sum var nógv skaddur í serliga 2024, fær stóran leiklut á landsliðnum til Golden League og EM í vetur.

Peter Bredsdorff-Larsen nevndi eisini Dánjal Ragnarsson, sum ein av útisetunum, sum stendur seg væl, og sum man hevur eyguni eftir.

Sí eisini: - Fegnir um at tað er ein so stór kapping um plássinum




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder