Fótbóltur

- Fegnir um at tað er so stór kapping um plássini

Tað eru nógvir, sum gera vart við seg ymsastaðni, og nú skulu millum annað ungir menn vísa seg fram á stóra pallinum til Golden League, staðfestir Peter Bredsdorff-Larsen.

Nógvir á og kring føroyska manslandsliðið standa seg ógvuliga væl í løtuni, heldur landsliðsvenjarin, sum hevur blandað kortini eitt sindur til hesa úttøkuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Nógvir á og kring føroyska manslandsliðið standa seg ógvuliga væl í løtuni, heldur landsliðsvenjarin, sum hevur blandað kortini eitt sindur til hesa úttøkuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-02 17:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Vit eru ógvuliga fegnir um, at tað er so mikið stór kapping um plássini og fegnast eisini um møguleikan at geva millum annað ungum og nýggjum spælarum minuttir á høgum stigi.

Soleiðis sigur Peter Bredsdorff-Larsen, sum Portalurin hevur tosað við í sambandi við nýggjastu landsliðsúttøkuna. Talan er um ein hóp á 19 spælarar, sum skal til Golden League í Trondheim um mánaðarskifti oktober-november. Hetta er venjingarkapping á høgum stigi, har Danmark, Niðurlond og Noreg eru á skránni.

Sí eisini: Tríggir nýggir landsliðsspælarar skulu við til Golden League

Pauli, Pauli og Høgni hava eginleikarnar

Tað mest merkisverda við úttøkuni er, at tríggir spælarar vera við, sum ongantíð hava spælt á A-landsliðnum áður.

Talan er um Paula Rasmussen (f. 2007) Høgna Heinason (f.2005) og Paula Høj (f.2002).

Peter Bredsdorff-Larsen heldur, at hetta er tann rætta tíðin hjá hesum at royna seg - allir hava ting sum hann væntar, kunnu geva landsliðnum nakað. Um ikki beint nú so framyvir

Bredsdorff um Paula Høj:

- Hann er byrjaður ógvuliga væl í Noreg. Millum annað spældi Pauli ógvuliga væl fyri Bergsøy í steypadystinum móti Kolstad, sum er besta liðið í Noreg. Vit ætla at síggja, um Pauli Høj kann geva okkum nakað eyka sum serliga verjuspælari - bæði við at dekka sum bakkur (2'ari) og sum 1'ari (fremst í meira álopskendari verju) og hervið avlasta aðrar spælarar.

[object Object]
Pauli Høj til U21 HM-endaspælið. Hann hevur serligar dygdir sum verjuspælari, heldur A-landsliðsvenjarin, ið nú hevur tikið 23-ára gamla vongin út (Mynd: Sverri Egholm)

Bredsdorff um Høgna Heinason:

- Hann stóð seg framúr væl til U21 HM í summar og hevur bara hildið á, har hann slepti fyrst í hesum kappingarárinum. Ein týðandi spælari hjá H71, sum avgjørt hevur stórar menningarmøguleikar ("potentiale på længere sigt")

[object Object]
Ein flúgvandi Høgni Heinason í HM-fjórðingsfinaluni í juni (Mynd: Sverri Egholm)

Bredsdorff um Paula Rasmussen:

Í minari verð er Pauli Rasmussen tann besti spælarin í føroysku kappingini beint nú. Hann spælir nógvar stórar dystir fyri StÍF og er ógvuliga væl fyri. Skal arbeiða hart víðari fyri at halda fram við menningini.

[object Object]
18-ára gamli Pauli Rasmussen er ikki bert ein stórur profilur hjá StÍF men besti spælari í Burn-deildini í løtuni, heldur A-landsliðsvenjarin (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta verður ein góður møguleiki hjá hesum nýggju og hinum at vísa seg fram á ógvuliga høgum stigi, vísir royndi danski venjarin hjá Føroyum á.

Bredsdorff: Ein rúgva av spælarunum gera bart og nógvir um boðið

Landsliðsvenjarin greiddi víðari eldhugaður Portalinum frá, at hann og Hjalti Mohr Jacobsen av álvara hava nógv at velja ímillum, og at tað er ógvuliga gleðiligt, at so nógvir føroyingar standa seg so væl í løtuni.

Eftir at hava tosað um ein láman bakk av Strondum, Paula Rasmussen, staðfestir Peter Bredsdorff Larsen, at ein annar slíkur, sum hevur verið nógv skaðadarvaður, ger um seg í Norðurjútlandi í løtuni:

- Kjartan Johansen hevur gjørt stóran mun í Vendyssel í byrjanini av kappingarárinum. Hann hevur havt stórar skaðatrupulleikar seinasta árið ella so, men er skaðafríur nú, og tað sást í dystunum í næstbestu donsku deildini. Tað var upplagt at taka Kjartan við aftur.

[object Object]
Kjartan Johansen til landsliðsvenjing á Skála síðsta heyst. 29-ára gamli bakkurin hevur ikki verið á landsliðnum í ár; serliga vegna skaðar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í somu deild spæla spælarar sum Pauli Mittún og Pætur Mikkjalsson eisini fast og væl - fyri Team Sydhavsøerne - og Peter Bredsdorff Larsen nevnir eisini Jónas Gunnarson Djurhuus, sum av álvara er komin væl í gongd aftur í HC København eftir knæskaða. Royndi spælskiparin varð tó ov stuttur til hópin hesaferð, men er framvegis í myndini sigur landsliðsvenjarin.

Beiggin og liðfelagin hjá Jónasi, Janus Dam Djurhuus, hevur bjóðað av um plássið á vinstra vongi og var við til dystirnar móti Norðurmakedónia og fyrstu EM-undankappingardystirnar í fjør. Hann er tó skaðadarvaður nú, og bakkarnir í Íslandi - Bjarni í Selvindi og Hallur Árason eru úti við skaðum. Tað eru royndastu menninir Peter Krogh og Nicholas Satchwell framvegis eisini.

Dánjal Ragnarsson hevur fingið flotta byrjan hjá íslendsku meistarum Fram, og hann hevur landsliðsvenjaratoymið eyguni eftir, sigur Peter Bredsforff-Larsen við Portalin.

Tað eru tó ongar broytingar mitt fyri og til vinstru í bakketuni hesaferð. Landsliðsvenjarin staðfestir í hesum sambandi, at Rói Ellefsen á Skipagøtu og Tróndur Mikkelsen eru byrjaðir ógvuliga væl í hesum kappingarárinum í Svøríki, eins og strikuspælarin Ísak Vedelsbøl.

Menninir í Bundesliguni standa seg eisini ógvuliga væl - tann einasti á landsliðnum sum spælir lítið í løtuni er liðskiparin. Pauli Jacobsen hevur ikki fingið nógvar minuttir i HØJ í ár, men hann venur á góðum stigi, sigur landsliðsvenjarin.

Sí eisini: Pauli móti Óla á TV2 Sport og TV2 Play í kvøld

[object Object]
Óli Mittún og Peter Bredsdorff-Larsen tosa um taktikk í Kosovo í mai. Landsliðsvenjarin heldur, at hann hevur nógv at velja í, í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyski hópurin til Golden League:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen (SUI)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DEN)
Pauli Rasmussen, StÍF *
Høgni Heinason, H71 *

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, HV København (DEN)
Pauli Høj, Bergsøy (NOR) *
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

*Fyrstu ferð á A-landsliðnum

Skráin fyri Golden League í Tróndheimi sær soleiðis út:

Hósdagin 30. oktober
kl. 17.15 Noreg – Danmark
kl. 19.30 Niðurlond – Føroyar

Leygardagin 1. november
kl. 13.00 Danmark – Niðurlond
kl. 15.45 Noreg – Føroyar

Sunnudagin 2. november
kl. 13.00 Danmark – Føroyar
kl. 15.45 Noreg – Niðurlond

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder