Hondbóltur

Dánjal Ragnarsson til Íslands at spæla

Hann skiftir Neistan út við ÍBV úr Vestmannaoyggjunum í Íslandi.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-03-29 21:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dánjal Ragnarsson fer næsta kappingarár at spæla við íslendska felagnum ÍVB úr Vestmannaoyggjunum.

Tað veit Kringvarp Føroya í kvøld á heimasíðuni.

20 ára gamli bakkurin er uppvaksin í Neistainum, og hevur eisini spælt við barndómsfelagnum seinastu mánaðirnar. Hann var herfyri eisini og royndi seg á U19-liðnum hjá danska felagnum Skanderborg.

Hann hevur skrivað undir trý ára sáttmála við ÍBV.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder